Gott lag og gott veður við Brúnna

Í dag er festivalurin við Brúnna á skránni á Oyrabakka

Festivalurin var á fyrsta sinni í fjør, men tá vóru veðurgudarnir ikki við fyrireikarunum, tí tað regnaði av grimd allan dagin. Men í ár er veðrið munandi betur, og tað er ivaleyst høvuðsorsøkin til, at áskoðarafjøldin er eitt sindur størri í ár, enn hon var í fjør.

 

Fyribils hava fyri tað mesta lokal nøvn og kanska tey eitt sindur minni kendu nøvnini verið á palli, men seinni eru tað størri føroysk nøvn, ið fara á pallin.

Millum teirra, sum enn mangla at framføra við Brúnna í dag, eru nøvn sum Týr, Signar í Homrum, Martin Joensen, Kristina Bærentsen og Flamma.