Gott lutakast hjá U17

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fekk eitt gott lutakast til Elite Round komandi vár

Føroysku U17-dreingirnir, sum skrivaðu søgu við at spæla seg víðari úr undanbólki sínum, fingu í dag at vita, hvørjum teir skulu spæla ímóti í sonevndu Elite Round. Og lutakastið má sigast at vera gott.

Føroyar komu í bólk 8 saman við Írlandi, Kypros og Slovakia. Gamaní er talan um sera sterk mótstøðulið, men til samanberingar kann nevnast, at vit kundu til dømis endað í bólki Spania, Portugal, sum er verandi U17-meistari og Grikkalandi, ella í bólki 5 saman við Hollandi, Italia og Hvítarusslandi.

Kappingin verður avgreidd sum ein kapping, sum verður avgreidd eftir nøkrum døgum. Føroyski bólkurin verður spældur á Kypros í døgunum frá 15. Til 20. Mars.