Høvuðsvirksemi hjá Demich fevnir um nýgerð og viðlíkahald av ventilatiónsútbúnaði umframt sølu, nýgerð og við̈líkahald av HVS-vørum o.a.
Tað er eitt vet betri, enn í 2018, tá yvirskotið var slakar 7,2 milliónir krónur.
Bruttovinningurin hjá felagnum vaks tó í fjør við sløkum 10 milliónum krónur til góðar 38 milliónir krónur í mun til slakar 27 milliónir í 2018.
Starvsfólkakostnaðurin vaks somuleiðis úr 16,3 milliónum krónum upp í góðar 36 milliónir krónur.
Úrslitið áðrenn skatt var 9,6 milliónir krónur í mun til 8,7 milliónir í 2018.
Partapeningurin hjá P/F Demich er 615.000 krónur, sum P/F Magn eigur. Eginpeningur felags er nú 28,5 milliónir krónur. Í 2018 roknskapinum var hann slakar 21 milliónir krónur.