Góvu hugskot til jólaprýði

.

Í hesum døgum leggur Café Natúr høli til, at ymsir handlar kunnu hava hugnakvøld og sýna fram, hvat tey hava at bjóða nú til jóla.

Mánakvøldið og gtýskvøldið var tað Blómuhandilin hjá Trond Hansen, sum skipaði fyri hugnakvøldinum - saman við Café Natúr.

Kvøldið var skipað sum ein jólaframsýning. Á loftinum var alt prýtt við greinum og jólaprýði.

Til framsýningina høvdu tær í Blómuhandlinum gjørt nógv ymist jólaprýði, adventskransar, jóladekoratiónir, við og uttan ljós, prýði at leggja á borðið og annað.

Hesi bæði kvøldini vístu tær fólki, hvussu tær bóru seg at við at gera hetta ymiska, bæði tað meira einfalda og tað, har meira er gjørt burtur úr.

Eisini góvu tær fólki hugskot til, hvat tey kunnu gera sjálv, á ein einfaldan hátt, við at brúka tilfar t.d. úr teirra egna urtagarði.

Annars hevur Blómuhandilin nógv at selja, sum kann brúkast til dekoratiónir og annað jólaprýði.

Kollbrún Wardum, leiðari fyri lómuhandlinum, letur væl at hugnakvøldunum í Café Natúr. Tað kundu kanska verið fleiri fólk, men tað var hugnaligt, fólk fingu gløgg og holikøkur, og tey vóru sera áhugað.

Kollbrún helt hetta vara eitt gott tiltak. Fólk vilja fegin gera sítt egna, og blómuahndilsfólkini hava einki ímóti at leggja teimum lag á. Handilin missir einki við tað. Tvørturímóti kann slíkt vekja áhugan hjá fleiri.