Góvu NSÍ ov nógvar deyðbóltar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr veteranin hjá Skála, Paula G. Hansen taka samanum tapið ímóti NSÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við veteranin hjá Skála, Paula G. Hansen, aftaná 0-2 tapið hjá Skála í kommunalu grannauppgerðini ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.

 

Veteranurin heldur, at Skála stóðu seg væl í tí opna spælinum, eins væl og NSÍ, men deyðbólturnir gjørdust avgerandi. Pauli G. Hansen ergrar seg um, at Skála gav burtur so nógvar deyðbóltar í dystinum í dag.

 

Pauli G. Hansen staðfestir, at Skála spælir ímóti "fimm føroyameistarum" tey fyrstu fimm umførini, og er tí ikki talan um ta lættastu byrjanina hjá honum og liðfeløgunum. Higartil hevur tað so givið trý stig í trimum dystum.