Goymslufólk til Vistir

Goymslufólk til Vistir

 

Vistir á Kambsdali søkir eftir einum eldhugaðum og álítandi goymslufólki.

 

Vistir veitir proviant, útgerð, sápu, tollfríar vørur og annað til skip. Fyritøkan leggur stóran dent á at veita kundum skjóta og dygdargóða tænastu - alt samdøgrið. Í løtuni starvast sjey fólk hjá Vistir, sum heldur til á Kambsdali.

 

Arbeiðsuppgávur

 

  • At taka móti ordrum og samskifta við kundar
  • At pakka proviant og útgerð til skip
  • At koyra og levera vørur umborð
  • At tryggja góða tænastu og røkja egið ábyrgdarøki

 

Vit vænta, at tú ert:

 

  • Fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Jalig/ur og góð/ur at samskifta
  • Skipað/ur og røkin í arbeiðnum
  • Arbeiðssom/samur og álítandi

 

Setanartreytir

 

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8.00 til 16.00. Tó kunnu arbeiðsuppgávurnar til tíðir krevja yvirtíð ella skiftandi arbeiðstíðir.

 

Starvið hevur eisini vaktarskipan, har ein hevur telefonvakt 4. hvørt vikuskifti.

 

Løn og treytir sambært avtalu – kappingarfør løn.

 

Umsókn

 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bassa Haraldsen á tel. 214005.

 

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 22. februar 2026.