Umleið 405.000 fólk búgva í maltesiska fullveldisríkinum, sum liggur í Miðalhavinum, norðanfyri Tunesia og sunnan fyri Italia. Av hesum 405.000 búgva 31.000 íbúgvar á oynni Gozo, sum liggur vestanfyri Malta. Tá um FIFA-limaskap ræður eigur felags landsliðið rættin til at taka lut í EM- og HM-undankappingum. Ì 1997 vunnu Føroyar tvær ferðir 2-1 á Malta í HM-undankapping. Men nú vilja Gozo-búgvar hava nakrar altjóða avbjóðingar til sínar egnu fótbóltsleikarar.
Stovnað í 1936
Fótbóltssambandið í Gozo – hóast ikki limur í FIFA – var stovnað so tíðliga sum í 1936. Á Gozo eru tvær vaksnamannadeildir við 14 liðum. Fótbóltssambandið á Gozo skipar eisini fyri U-21 kappingum, kappingum fyri tey yngru, og kappingar fyri kvinnulið. Høvuðsstaðurin á Gozo eitur Victoria. Har er ein leikvøllur, sum hevur pláss fyri 4.000 áskoðarum. Gozo hevur leikt fleiri dystir ímóti Malta, og hava sum allaroftast tapt dyggiliga. Tó liva Gozo-búgvar nógv uppá, at Gozo sigraði 3-2 á Malta í 1996.
Kapping í Lapplandi
Fótbóltslandsliðið hjá Gozo fer at taka lut í “Viva World Cup”, sum er ein kapping fyri landslið, sum ikki eru limir í FIFA. Kappingin verður norðuri í Lapplandinum í Svøríki. Teir flestu leikarnir hjá Gozo verða úr Gozo FC, sum hevur spælt í bestu maltesisku fótbóltsdeildini, men orsaka av fíggjarligum óskili blivu teir í Gozo FC tvangsniðurfluttir til triðjubestu deildina. Gozo-búgvar vóna at kunna yvirtala serban Daniel Bogdanovic, sum fekk maltesiskan ríkisborgararætt í 2002 – og leikti sín fyrsta landsdyst fyri Malta sama árið – at leika við Gozo í kappingini í Lapplandi, sum verður í juli. Bogdanovic hevur konu úr Gozo, og tí halda teir í lokala fótbóltssambandinum, at tað er upplagt, at hann kemur við til Svøríkis. Bogdanovic hevur leikt við Sliema Wanderers, men spælir nú í Seriu C-2 (4. deild) við einum liði, sum eitur Cisco Roma. Millum liðfelagarnar er gamla West Ham og Lazio-hetjan, Paolo Di Canio. Gozo ætlar eisini at senda landsliðið til kappingina, sum nevnist “Europeada”. Hetta er ein fótbóltskapping fyri evropeiskar minnilutar, og verður hon hildin í Chur í Sveis. Men Viva World Cup í Lapplandi hevur hægstu raðfestingina. Fótbóltssambandið vónar, at kappingin kann verða við til at betra støði hjá fótbóltinum á Gozo. Og so vóna allir Gozo-búgvar, at Gozo FC aftur verður at finna í bestu maltesisku deildini um trý ár.