Grønland hyggur frameftir og vestureftir

Ferðavinnan í Grønlandi hevur verið í støðugari menning tey seinnu árini.

- Hetta arbeiðið skal halda fram, eisini komandi ár, sigur ferðavinnustjórin í Grønlandi, Stig Rømer Winther

Hóast Grønland fyri mong liggur langt burtur frá europeiska meginlandinum, heldur tað kortini ikki ferðafólkunum frá at leita hagar.
Hóast eingi tøl fyriliggja fyri hetta árið, so verður mett at vøksturin man liggja um eini 7,5 % í mun til farna árið.
Loftvegis flutningur av ferðafólki er í vøkstri, men serliga sjóvegis flutningur av teim ferðandi hevur verið í stórum vøkstri. Og eftirspurningurin er stórur.
- Vit hava marknaðarført landið sum eitt gott stað hjá ferðamannaskipum at koma til. Úrslitið av tí hava vit longu sæð, - kanska serliga í ár, sigur Stig Rømer Winther, stjóri í grønlendsku ferðavinnuni.
Ætlanin er framvegis at menna ferðavinnuna enn meiri, soleiðis at hon gerst meiri fjølbroytt, samstundis sum góðskan verður enn betri.
 
Annar marknaður
Gongdin innan grønlendsku ferðavinnuna hevur eisini ført við sær, at bæði flogfeløg og cruise-feløgini arbeiða saman um eina menning.
Í fyrsta lagi verður í hesum døgum fyrireikaður ein ferðavinnu-portalur, har viðskiftafólkini kunnu fáa alt at vita um ferðamál í Grønlandi, og kunnu bíleggja sær ferðir tann vegin.
Nógvar av ferðunum til Grønlands verða gjørdar umvegis Danmark. Men fyri grønlendingar er hetta ikki nóg mikið. Teir ynskja at koma longur út.
- Vit vilja hava fatur á londum uttanfyri Danmark. Har er ein stórur marknaður, og tí má eitt arbeiði gerast fyri at fáa fatur á honum, sigur Stig Rømer Winther.
Hinvegin so vísir gongdin, at serliga nógv ferðafólk úr Amerika vitja í Grønlandi. Ynskið er tí komið fram um at ein økir um títtleikan á flogferðum hagar.
 
Fyri vestan
Næsta stigið er tí ein beinleiðis flogruta millum ein grønlendskan flogvøll og tann í amerikanska býnum Baltimore. Hetta er eitt stórt stig, og krevur góða og neyva fyrireiking.
Ætlanin er kortini at hava sum mál at kunna bjóða út 6000 setur um árið, tá flogrutan byrjar í mai mánaði komandi ár.
- Henda flogrutan verður bert eitt skifti, men vit miða eftir at rutan skal kunna haldast í gongd alt árið, sigur stjórin í grønlendsku ferðavinnuni.
Um somu tíð kunnu tey bert staðfesta, at stórur áhugi er eisini at gera cruise-ferðir kring landið, eins og Hurtigruten úr Noregi hevur ynski um at gera regluligar ferðir til Grønlands.
 
Heilárs ferðavinna
Grønlendska ferðavinnan hevur helst við áhuga fylgt við gongdini hjá grannunum fyri sunnan.
Íslendingar hava tey seinnu árini nevniliga kunnað staðfest at fleiri ferðafólk vitja her uttanfyri háárstíðina.
Her liggur tann føroyski parturin ikki eftir í samstarvinum um at menna ferðavinnuna í útnorðuri. Air Iceland hevur nevniliga leigað eitt flogfar frá Atlantsflogi, sum tvær ferðir um vikuna flýgur millum Grønland og Ísland. Henda flúgvingin verður allan henda mánaðin aftrat.
Ætlanin hjá grønlendingum er at menna lágsesongina enn meiri. Her verður serliga hugsað um mánaðirnar februar og mars, og mánaðirnar frá oktober til desember.
Stig Rømer Winther er bjartskygdur um at gera grønlendsku ferðavinnuna til eina heilársvinnu.
- Jú, her eru avgjørt møguleikar til staðar fyri tí, sigur altso stjórin í grønlendsku ferðavinnuni.