Grønlandska kringvarpið yvirskot

Tað er ikki bara í Føroyum, at tungt er at reka almenna kringvarpið.

Grønlendska kringvarpið KNR hevur eins og okkara kringvarp framt stórar sparingar og hevur sagt fólki upp fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman. Í fjør gav stovnurin 3,8 mió. krónur í yvirskoti, skrivar grønlendska blaðið Sermitsaiaq. Men enn er ov tíðliga at fegnast.

Okkurt má gerast, um stovnurin fær størri játtan ella ei, tí útgerðin er gomul, og starvsfólkinum tørvar eftirútbúgving.

Helst verða færri sendingar á skránni.