Rækjuveiða
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Sosialurin, Nuuk: Tað er ikki gravgangur hjá grønlendingum eftir at manna yvirmannapostarnar umborð á teimum mongu stóru stásiligu fiskiførunum, sum teir eiga. Av teimum fýra skipunum undirritaði vitjaði í Nuuk í seinastu viku var ikki ein tann einasti grønlendingur yvirmaður. Teir halda til á dekkinum.
? Grønlendingar eru dugnaligir menn, men teir hava einki í móti at vera á dekkinum. Teirra karriera steðgar oftast við 2. stýrimanni, so vilja teir ikki meira. Tað eru nógvir grønlendingar, sum hava pappírini at standa á eini brúgv, men teir hava ein heilt annan holdning til ábyrgd, sigur Sakaris Bech, skipari á Polar Amaroq.
? Eg havi ikki nøkur neyv tøl yvir, hvussu tað fyriheldur seg við býtinum av yvirmonnum millum grønlendingar og føroyingar, men í hvussu er á teimum stóru trolarunum eru yvir 50, kanska 75 prosent av yvirmonnunum føroyingar. Tað sigla yvir 100 føroyingar sum yvirmenn á grønlendskum skipum. Nakrir grønlendingar eru á brúnni, men so at siga ongin er í maskinrúmunum á teimum størru fiskiførunum, sigur Sakaris Bech.
Og tað eru ikki bara yvirmenninir, sum er føroyingar. So at siga allir stóru grønlendsku rækjutrolararnir brúka lemmar frá Injectdoor úr Vági og nógv trol koma frá Vónini.
Føroyingar hava enn fótin fastan í Grønlandi.