Í bygdini Qaanaaq ganga foreldrini full og eru ikki før fyri at taka sær av børnunum. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing. -Hetta er tað ringasta, sum eg havi sæð í Grønlandi, sigur Karen Littauer, sum hevur staðið fyri fleiri granskingarverkætlanum í Grønlandi, og sum júst hevur skrivað eina frágreiðing um støðuna hjá børnunum í norðurgrønlendsku bygdini Qaanaaq.
Í frágreiðingini skrivar Karen Littauer millum annað, at børnini í Qaanaaq reka fyri vág og vind um dagarnar, og at tey tíma ikki til hús, tí foreldrini eru full. Skúlagongdini er einki skil á, og børnini eru bara í skúla viðhvørt.
Hon greiðir frá einum tilburði, har ein abbi kom til læknan við einum pinkubarni, sum vísti seg at hava meningitis. Foreldrini kundu ikki koma við barninum, tí tey vóru so full, at tey orkaðu ikki at ganga, skrivar hon.
Karen Littaker heldur, at trupulleikarnir í Qaanaaq eru so stórir, at heimastýrið maktar ikki at loysa teir einsamalt.