Hósdagin vitjaði grønlendski rækjubáturin Qaqqatsiaq á Vági. Talan er um stásiligt far. Orsøkin til vitjanina var, at fleiri vágbingar sigla við skipinum, sum er ávegis aftur til Grønlands, eftir at hava verið á skipasmiðju í Danmark.
Støðgurin í Vági var eisini orsakaður av, at skipið tók nýggjar trollemmar umborð frá lemmavirkinum í Vági.