Grásúluveiði á Súluskeri

Á Hebridunum nevna teir grásúluna fyri guga. Bókin hjá Donald S. Murray um guga-veiði ella grásúluveiði á Súluskeri á Hebridinum, hevur givið Jóan Paula Joensen íblástur til at skriva henda stubba, sum vísir á, hvussu nógv vit hava felags við grannafólk okkara í tí norðuratlantiska útjaðaranum, sum varða um ein góðan gamlan part av evropeiskari mentan, hóast tey í miðstaðarøkjunum í Evropa, ikki altíð duga at virða hetta

Norður úr Port Ness á Hebridunum og nakað væl vestanfyri Orkneyoyggjarnar liggja stakkar og sker við stórum fuglamangi, serliga súlu. Her hava vit tvey Súlusker. Sulasgeir, upprunaliga eitt norrønt navn, sum hevur fingið keltiskan dám. Hitt Súluskerið , Sula Skerry liggur nærhendis Sula Stack, Súlu Stakkur, sum frá tí upprunaliga norrøna málinum hevur laga seg til eingilska málið. Hetta er eitt mentanarliga blandað øki, sum ber í sær mentanarligan arv frá bæði frá tí norrøna og tí keltiska. Nógv av gamlari føroyskari veiðimentan hevur sín líka um hesar leiðir, bæði ta tað ræður um at rógva út og veiða fugl. Hjá okkum heldur súlan bert til á Mykineshólmi, Píkarsdrangi og Flatidrangi sum liggja beint við hólmin og hon er ikki í so stórum tali sum á Hebridunum Vit brúka orði súla um tann gamla hvíta fuglin, og grásúla um ungan, tá hann hevur mist dúnið. So leingi hann enn hevur dún verður hann róptur ompil ella súluompil. Ompilin verður vanliga ikki tikin, tí tað er betri at bíða, til hann missur dúnið og verður til grásúlu.

Donald R. Murray og The Guga Hunters.

Rithøvundurin Donald S. Murray, ið er føddur í Ness á Hebridunum, ið eisini arbeiðir sum lærari í enskum og sum er blaðmaður búsitandi i Hetlandi, gav í 2008 út eina frálíka bók um gerandisliga bygdarlívið hjá fólki um Nessleiðina á Lewis í Hebridunum. Hesi fólk hava í øldir livað á umleið sama hátt sum føroyingar hava gjørt. Lívsgrundarlagi hevur verið útróður, fuglaveiði, landbúnaður, djórahald, og so hava mannfólkini siglt úti ella í styttri ella longri tíðarbilum arbeitt aðrastaðni fyri at vinna til lívsins uppihald. Lýsingarnar í bókini av bygdarlívinum og av fólkunum í ymiskum umstøðum eru sera góðar og spennandi at lesa. Fólkini sum eru fødd har á leiðini tosa vanliga bæði ta gamla gæliska málið umframt enskt. Talan er ikki um eitt fólk sum tjóð, men um eitt staðbundið fólk, sum hevur sín egna staðbundna samleika og sum veit hvar tað hoyrir heima, tí teirra mentan er ikki heilt tann sama, sum tann kontinentala evropeiska mentanin, men tey hoyra til eina meira periferiska evropeiska mentan, sum í sínum lívshátti vikur nógv frá teirri evropeisku. Hetta visir høvundurin á við nógvum dømum.

Súla sum delikatessa og luksusmatur.

Upp i mentanina hoyrir sjálvandi eisini teirra kostvanar. Teirra traditionellu kostvanar minna ikki sørt um okkara egnu, tí teimum dáma sera væl treystan mat sum súlu og annan sjófugl. Súlan, serliga grásúlan, hevur havt stóran týdning, sum ein týðandi táttur í vinnugrundarlagnum hjá fleiri monnum í bygdini Ness. Eitt var at teimum har dáma væl súlu, men tað vóru tað eisini fleiri onnur sum gjørdu, grásúlan var tí ein dýrabar søluvøra, sum gav pening í hondina, og reiður peningur var tað altið trot á. Tann saltaða súla kundi seljast rættiliga víða, til tey røttu fólkini. Tað vóru tey, sum hildu súluna vera eina reina delikatessu, og tað eru nógvar uppskriftir, bæði fínar og meira vanligar, uppá, hvussu súla skal gerast til. Tað vóru kortini ikki øll, sum hildu so nógv um henda fugl, tað vóru tey, sum tey ikki vóru von við at eta hann, eisini hevði súlan ein so raman royk, og tey høvdu tí hug at siga eitt og annað niðrandi um grásúluna. Eitt nú við eini uppskrift uppá, hvussu ein steikir eina súlu. Hon er, at tú koyrir ein stein og eina súlu í ovnin í senn, tá steinurin er moyrur, so er súlan eisini etandi. Ikki vakurt sagt um henda góða fugl. Tey, ið slíkt søgdu komu frá øðrum støðum, har virðingin fyri súluni ikki var tann sami sum hjá teimum har hon var ein góður fuglur.

Grásúluveiðan á Súluskeri.

Donald S. Murrey hevur ein lættan og forteljandi stíl, har hann í samrøðubrotum, letur hurðina upp á glopp til teirra gerandisdegi, eitt nú í frásøgnunum um, tá teir tóku grásúlu á Sulasgeir ella Súluskeri. Hetta er ein fyrndargomul veiða, men tað er stórur munur á frá tí ,teir fyrr fóru ta næstan dagslongu leiðina við opnum báti út á Súlusker, og vórðu burtur i einar tvær vikur, uttan at nakar frætti frá teimum, til teir í dag fara út á skerið við einum størri fiskifari, sum setur teir av og kemur aftur eftir teimum, tá tíðin er farin.

Við einum fiskiskipi tekur tað í dag einar fimm tímar at sigla út til Súlusker. Á Súluskeri er ein sokallað geo – ella ein gjógv, sum vit rópa tað, har tað bar til at leggja at, tá ættin er til vildar. Fyrr drógu teir bátin upp á land, og settu hann so ovarlaga, at brimið ikki tók hann, um so varð, at veðrið fór at øtla. Tað kundi meira enn so henda, sjálvt um grásúluveiðan fór fram tær seinastu tvær vikurnar í augustmánað. Ta er veðrið vanliga gott, men skerið liggur langt úti á opnum havi, uttan at nakað ber fyri, so lítið skal til, áðrenn tað ikki er verðandi í gjónni. Tað vísti seg eisini, tá teir í síni tíð royndu at fáa størri deksbátar at liggja fyri akkeri í gjónni. Tað var teimum til stóran ampa, og tað hendi meira enn einaferð, at báturin fór upp á land og ikki varð til at bjarga.

Veiðan eftir 1904

Síðani 1904 hava teir eitt yvirlit yvir grásúluveiðina á hvørjum ári, tað eru bert onkur einstøk ár inn ímillum, at hagtølini av einihvørji orsøk eru vorðin svikalig. Teir vóru vanliga um 10 mans, onkuntíð meira og onkuntíð minni, sum fóru við báti frá Ness út til súluskerið. Mannagongdin hevur í høvuðsheitinum verið tann sama sum í dag, men í summum førum er lætt um.

Grásúluveiðan í dag.

Øll tey seinastu nógvu árini hevur tað verið eitt mestsum fast sjakk uppá 10 manns, sum fara avstað. Teir royna at seta nýggjar ungar mans við, so hvørt onkur av teimum eldru fellir frá, men meginparturin av manningini hevur verið tann sama í áravís. Fyrr gav grásúluveiðan veruliga eina úrtøku, sum hevði týdning fyri menninrnar, tí teir høvdu ikki so nógv annað, og teir fingu góðan prís fyri súluna, Hóast prísurin ikki er verri í dag, so er tað ivasamt um súluveiðan loysir seg, tá menn mugu fara úr lønandi arbeiði fyri at liggja úti á skerinum í góðar tvær vikur og taka grásúlur. Tað sum drívur verkið í dag er heldur ein ómetaliga góður hugur, tí fyri teir flestu eru dagarnir úti á Súluskeri minni fyri lívið.

Tað tykist sum hugurin heldur áfram at verða góður hjá monnum at fara eftir súluni. Ikki minst tí, at teir hava ein góðan felagsskap, hava nógv at vera samanum, tær tvær vikurnar, teir eru saman á Súluskeri, tí søgurnar frá ferðunum, sum menn minnast afturá eru mangar og góðar. Teir hava altíð kokk og góðan mat við, so hóast nógv er at gera, so eru eisini løtur til prát og hugna. Hetta dugir Donald. S. Murray væl at endurgeva, og teir ungu mintust væl aftur á søgurnar, sum teir gomlu, sum høvdu verið undan teimum søgdu frá.

Vóru mennirnir ov leingi burtur fyrr, kom ótti á heimafólki, og tað hendi meira enn so, at tey vendu sær til myndugleikarnar fyri at fáa teir at fara út við báti at vita, hvussu vorðið var. Vanliga gekk alt væl, men onkrar vanlukkur vóru eisini at siga frá.

Nógv var at rigga til.

Sjálvt við einum minni fiskifari tekur tað í dag eini 5 tímar at sigla út á Súlusker, og áðrenn ferðina er nógv sum skal fyrireikast. Fyrst og fremst skal nógmikið av provianti takast við, mikið til at klára seg, um ættin ikki kom at verða til vildar í eina tíð. Umframt proviant, sum kann halda sær, taka teir eisini fleiri sekkir av torvi við at brenna, fleiri tunnur við vatni, og møguliga eitt sindur av viði, at hava at taka til. Minst 60 sekkir av salti vóru settir klárir at hava við, tí grásúlan skuldu saltast. Eisini taka teir máttur, undirløg av plastikki ella øðrum og pressendinar, sum skulu brúkast til at breiða út yvir helluna. Harumframt er tað tann persónliga útgerðin hjá tí einstaka, so sum soviposar og undirlag at liggja á og at breiða oman á helluna í skýlinum, fyri at halda teimum herviligu tvístertunum burtur, sum er ein stór plága, tí serliga fyrr ræddist teir fyri at hetta kykt skuldi koma sær inn í oyruni á teimum.

Alt tók sína tíð áðrenn fiskifarið kundi seta kós móti Súluskeri. Súlusker liggur á víðopnum havi uttan nakra verju. Ein lítil geo – ella gjógv er á skerinum, har bátur kann koma inn og leggja at, meðan útgerðin øll var knossað upp á land. Tað var sjálvandi tungt at fáa alt upp á pláss uppum stórar klettar. Tungast vóru vatnføtini ella vatnkaggarnir.

Tað skuldi ikki bert niðanfrá, men eisini til onnur støð á skerinum. Tað lætti um tá ein av monnunum, sum var postmaður, fann uppá at leggja eina línu, meinlíkari tí, sum línudansarir plaga at ganga á, framvið ymsastaðni á skerinum. Henda línan kundi brúkast at ganga eftir, sum rennistrongur ella transportband. Tað tók eina tíð, áðrenn teir dugdu at fáa fulla nyttu burturúr hesum uppfinnilsinum, men tað kom at lætta almikið um, tá teir fingu tað at rigga.

200 súlur í senn.

Tað ráddi um at verða væl klæddur á skerinum og ikki í nøkrum gløttum ella hálum, tað var ikki minst galdandi fyri tað, sum menn vóru í um føturnar, tí illgongt var nógvastaðni og høgir klettar at fara upp, sjálvt um tað ikki var talan um bjarglendi. Teir 10 menninir funnu seg til rættis í skýlinum, har teir skulu sova og matgera. Ein av teimum var altíð kokkur. Sjálvt arbeiði við at taka súlurnar gekk, mestsum eftir einum samlibandi. Fremsti maður tók grásúlurnar úr reiðrinum, handaði teir til næsta mann, sum slerdi súluna til deyðis við eini kádissu niður á nakkan, hann lat hana so til ein triðja mann, sum skar høvdið av og legði fuglin í eina rúgvu.

Teir tóku einar 200 súlur í senn, ansaði eftir bert at taka grásúlurnar, men onkur ompil kom inn í millum við hvørt. Hetta tók teimum ein hálvan tíma. Rennistrongurin ella transportbandi framvið skerinum var her til góða hjálp, tá súlurnar koyrdar í sekkjum vórðu fluttir til roytingarplassið, sum var lagt har sum lotið var av tí mesta, fyri at fjaðrarnir skuldu fúka burtur, men tað eydnaðist ikki altíð, tí ofta vóru roytingarmennirnir bæði hvítir og gráir av fjaðrum og dúni.

Á fabrikkini.

Royttu fuglarnir verða so aftur koyrdir í sekkir og fluttir til serligt pláss, sum teir nevndu fabrikkin - ella the factory -, har helt arbeiði við at reinsa fuglin fram. Har høvdu teir kynt ein stóran torveld, ið lá soleiðis fyri, at tað vardi ímóti ættini, so tað bar til at koma nær við fuglinum at eldinum og svíða hann tað væl og virðiliga. Tað svidnað varð skavað av við einum knívi. Eitt var at svíða væl, men ansast mátti eisini ansast eftir at fuglurin ikki kolaðist.

Veingjabeinini verða nú skorðin av og fuglurin verður flaktur frá hálsinum og aftur í gjøgnum, tann langi hálsurin verður saman við innvølinum tikin úr. Skorið var á onkunstaðini fyri at fáa fuglin púra flatan og fyri at salt skuldi koma til allastaðni. Flakti fuglurin verður so tveittur á eitt undirlag ella eina presending, har hann lá eina løtu, til hann varð saltaður.

Tær royttu, svidnu og flaktu grásúlurnar vórðu saltaðar í ein stakk, sum stóð á einum undirlag av plastikk ella øðrum tøttum stoffi, sum teir høvdu til tað sama. Stakkurin var av einum serligum slag, sum tá hann var liðugur, mestsum líktist eini sátu ella fyri at endurgeva Murray, eini heltlendskari broch. Stakkastøði á undirlagnum var gjørt runt sum eitt hjól, grásúlurnar vórðu lagdir við føtrunum inn móti miðuni, hálsaskinnið var snarað so til, so at saltið ikki datt úr. Næsta jaður av súlum varð so saltað omaná tað fyrsta, og kanna var væl eftir, at hvør súla lá væl og virðiliga í salti, sum hon átti. Hæddin á stakkinum vaks í hvørjum og skránaði inneftir so hvørt sum hægri varð og endaði í einum árundaðum kolli. Kannað varð javnan eftir at allir súlurnar lógu sum teir skuldu í nóg nógvum salti fyri at kunna halda sær. Stakkurin varð ikki liðugur fyrr enn tann seinasta súlan varð komin upp á pláss. Presendingin var løgd omaná stakkin hvørt kvøld, fyri at regn ikki skuldi koma at. Tá liðugt var, tykist tað, sum um súlumenninir frá byrjan høvdu sett sær fyri, at við eini 2000 saltaðum grásúlum at gera eitt modell av eini hetlendskari broch á Súluskeri, sum minti um brochina á oynni Mousa ella Dun Carloway.

Nú arbeiði varð lokið var bert at bíða eftir fiskifarinum, sum skuldi koma eftir monnum, útgerð og veiði. Enn var kortini nóg mikið at gera við at pakka saman útgerðina og bera hana ávegis oman í gjónna. Tá so skipið var komið og alt annað var fingið umborð, var tíðin komin til at ríva um súlustakkin og fáa súlurnar umborð. Ein træsliska, sum hoyrdi til á skerinum, varð sett upp, og súlurnar vóru lagdar í hana, skjótt varð hon so gløtt av saltið og lýsi, at súlurnar skreiddu oman við fullari ferð og endaðu í eini máttu ella priesendingaskapilsi, sum forðaði fyri at teir endaðu á sjónum. Súlurnar vórðu so blakaðir í botnin á einum lítlum prámi, og rógvið var út til fiskifarið, har tær fyrst vórðu blakaðir upp á dekkið fyri síðani at enda í lastarúminum.

Sliskan varð løgd til viks, so ovarlaga, at brimi ikki tekur hana, so hon aftur kann brúkast næsta ár. Minst ein vatnkagga løgdu teir eftir, tí vatn var ikki á skerinum. Tað seinasta sum gjørt varð, varð rituelt at leggja ein stein oman á sama grótvarða, sum teir plaga at gera á hvørjum ári. Prámurin verður tikin umborð og fiskifarið við veiðu og monnum setur kósina móti Ness norðast á Lewis.

Umborð eru eini 2000 saltaðaðar grásúlur, ein rættiligur fongur, sum ein hópur av fólki sum hava sínar mentanarligu røtur um Nessleiðina gleða seg til at smakka. Tað er eingin trupulleiki at sleppa av við súlurnar til kenningar nær og fjar. Tað eigur at kunna berast saman við somu tíð á árinum heima hjá okkum, tá menn selja havhest ella náta í Vágsbotni ella privat. Ein delikatessa sum verður etin eina ella tvær ferðir um árið.

Vit kunnu saman við høvundinum Donald S. Murray spyrja, hví tað enn eru fólk við havleiðirnar í útjaðaranum av Evropa, sum enn brúka tíð og kreftir at veiða fugla á slíkum støðum sum Súluskeri og Mykineshólmi, og sum dáma væl tann treysta, sterka og við hvørt eisini eitt sindur snikkenda smakkin av súlu og øðrum sjófugli, fyri ikki at tosa um grind og spik.

Ein felags veiðimentan.

Tað, at læknar ávísa tað vandamikla í at eta umhvørvisdálkað tvøst og spik, hevur hesar dagar vakt djúpar kenslur í mongum føroyingi. Hví? Jú, tí her verði nomið við ein ógvuliga týdningarmiklan part í okkara mentan, ikki bert tí tað snýr seg um mat, men tí so nógv annað hjá nógvum hongur uppi í háttinum at fáa fatur á hesum mati, sum kanska er eins týdningarmikið. Eitt nú felagsskapurin hjá súlumonnunum á Súluskeri, sum ger teir til nakað serligt í einum staðbundnum mentanarligum høpi. Teir binda ein søguligan trá aftur í tíðina. Teir eru stabundnir mentanarberarar. Tí fara teir ár um ár út aftur á Súlusker á sama ár sum farið verður á drangarnar og Mykines eftir súluni. So leingi tað eru ein ella tveir sum stíla fyri og fáa aðrar við sær, so dettur hetta ikki niðurfyri. Súlan í Mykinesi er tíverri so sjáldsom og so lítið er til av henni, at tað eru bert tey allarfægstu, tey við røtrum til oynna, sum hava møguleikan, eins og tey útvaldu á Hebridunum, at fáa hana undir tonnina.