Um hálvgumsjey tíðina í morgun varð boðað frá, at grót varð komið niður av vegin í Kunoyartunlinum. Ein bilur fekk skaða, tá hann koyrdi á grótið, men eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum
Ein bilførari úr Kunoy koyrdi inn í tunnilin og í grótrúgvuna, sum er komin á vegin, tí hesin ikki varnaðist grótið á vegnum í myrkrinum. Bilurin fekk skaða í botnin, men tíbetur kom einki á mannin, sum var einsamallur í bilinum, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.
Økisformaðurin hjá Landsverki í Norðoyggjum upplýsir, at umleið 2 m3 av gróti er lopið úr norðaru síðu í tunlinum umleið 1.500 m inni, t.e. miðskeiðis inni í tunlinum. Hann greiðir víðari frá, at hann beinanvegin fekk eitt fólk afturat frá Landsverki at koma á staðið við einari maskinu, so at teir fingu rudda alt grótið burtur av vegbananum skjótast til bar.
Alarmsentralurin hevði samstundis sent boð eftir løgreglumanni úr Klaksvík at fara á staðið beinanvegin. Hesin syrgdi fyri at steðga ferðsluni úr Kunoy, meðan bilførarin stóð Haraldsundsmegin og steðgaði ferðsluni har, meðan Landsverk ruddaði grótið av vegbananum.
Sambært vegformanninum hjá Landsverki, kannaðu teir beinanvegin veggin og loftið í tunlinum, og hava somuleiðis riggað til at skróta veggin. Tunnilin var stongdur í umleið 1½ tíma í morgun, meðan grótið var ruddað av vegnum og tunnilin kannaður.
Tá ið teir mettu, at nú var eingin vandi á ferð, var tunnilin latin upp aftur fyri allari ferðslu. Tunnilsveggurin, har grótið kom niður, verður nú eftirkannaður.
Í november í fjør gjørdi Landsverk saman við svenskum serfrøðingum eina støðumeting av øllum tunlum og brúm í landinum. Frágreiðingin frá kanningini er júst handað Landsverki. Ætlanin er, at frágeiðingin skal nýtast sum grundarlag framyvir fyri einum skipaðum viðlíkahaldi av tunlum og brúm í Føroyum.
Landsverk hevur í longri tíð víst á tørvin á viðlíkahaldi av tunlum og brúm í Føroyum og hevur aftur í ár í sambandi við fíggjarlógararbeiðið skotið upp, at játtanin til viðlíkahaldið hækkar til 10. mió. kr. um árið, sum eisini er í samsvari við okkara tilmæli í Samferðsluætlanini fyri Føroyar.