Beint sum eg havi avgreitt talgildu atkvøðuna, setir virkni grannin, Hans Jacob Hermansen, meg í samband við Bjørn Helge Hansen, formann í Eldraráðnum í Nordland, til vinstru við diskin í Paname omanfyri, og Eirik Fiva, til høgru, sum er úr Bodø og limur í Ráðnum. Teir vitja í Havn og fara í morgin til Reykjavíkar.
Endamálið við ferðini er, at fáa samstarv við føroysk og íslendsk eldraráð, so ein felags orðing kann setast í karm, og til várs verða ein umsókn til NORA, ið er samstarv millum Strandanoreg og Útnorður, har Halla Nolsøe Poulsen er stjóri.
Við ársbyrjan samtykti NORA nýggja strategi, sum varpar ljós á eldri, ikki sum byrða, men sum silvurgylt ressursa. Eldraráðið í Nordland, sum Bjørn og Eirik umboða á Føroyaferðini, er fyrimyndarliga virkið.
Les meira her: Gráa silvurgullið hjá NORA











