Tað sigur ákæruvaldið í París sambært tíðindastovuni AFP.
- Talan er um tveir menn í aldrinum 38 og 39 ár og tvær kvinnur í aldrinum 31 og 40 ár, sum allar eru úr París-økinum, sigur ákærin Laure Beccuau.
Tríggir av teimum fýra monnunum, sum hildið verður at hava framt ránið, eru longu handtiknir seinastu vikurnar, skrivar BFM TV.
Ránið fór fram 19. oktober.
Fýra fólk sluppu undan við gimsteinum fyri fleiri hundrað milliónir krónur.
Enn er einki spor funnið eftir gimsteinunum.
Louvre er heimsins mest vitjaða savn. Í fjør hevði tað umleið níggju milliónir vitjandi.
/Ritzau/











