HM: Her er leikskráin fyri bólk H (bólkurin hjá Noregi)

Noreg leggur fyri í sama býi sum Føroyar

Norski hópurin, ið vann EM fyri einum ári síðani (Savnsmynd: handball.no)

Verandi evropameistararnir, Noreg spæla í sama býi sum føroyska landsliðið í innleiðandi bólkaspælinum í HM í hondbólti hjá kvinnum.

 

Bólkur H verður eins og bólkur D (okkara bólkur) spældur í søguríka týska býnum, Trier.

 

Noreg er stórur favorittur at vinna innleiðandi bólkin, og tær eru eisini størsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum at vinna HM-endaspælið.

 

HER er leikskráin:

 

Bólkur H, Trier, Týskland 

 

27. november:

Angola – Kasakstan, kl. 17.

Noreg – Suðurkorea, kl. 19.30.

29. nvember:

Angola – Suðurkorea, kl. 17.

Kasakstan – Noreg, kl. 19.30.

1. desember:

Suðurkorea – Kasakstan, kl. 17.

Noreg – Angola, kl. 19.30.

 

Norski hópurin, ið vann EM fyri einum ári síðani (Savnsmynd: handball.no)