Grace løgdu fyri

Fyrstu framførsluna á Fjarðafestivalinum átti Grace. Grace er ein sangbólkur mannaður við 8 ungum fólkum úr Eysturoynni.

Seks ungir menn og tvær ungar kvinnur. Tey framførdu nakrar sálmar og nøkur meiri barbershop kend løg. Grace framførur kend løg, sum eru ílatin nýggjan og frískan ham. Hesum tóku áhoyrararnar eisini heilt væl ímóti.
Sum heild riggaði teirra framførsla væl, hóast tú onkuntíð hoyrdi, at hetta er ein nýggjur sangbólkur. Tey tóktust ikki alla tíð heilt trygg á pallinum. Kanska vóru ljóðviðurskiftini ikki optimal á pallinum, men úti í salinum ljóðaði heilt gott. Hetta var ein bleyt, góð byrjan uppá festivalin.