Grand Old Man í føroyskari myndlist í Listasavninum

Í døgunum 12. februar - 10. apríl verður framsýningin "Føroyskur mosaikkur"  hjá Zacharias Heinesen víst á Listasavninum.


Í samband við ferniseringini 12. februar gevur Listasavn Føroya út bókina Zacharias Heinesen - Føroyskur mosaikkur.


Zacharias Heinesen (f. 1936) er the Grand Old Man í føroyskari myndlist, skjótt 80 ára gamal og framvegis virkin. Fyri mong eru hansara landslagsmyndir ein dragandi syntesa millum føroyska náttúru og modernaða myndlist, við teirra dámi av einum koloristiskum mosaikki.

Í málninginum Sól og tám, Haldórsvík frá 1987 vísur listin hjá Zachariasi Heinesen frá sínari allarbestu síðu. Í einum sprøklutum litspæli av bláum, reyðum og grønum flatum liggur bygdin sveipað í sól og tám. Litirnir eru um somu tíð tænari og harri. Á tann hátt endurskapa teir ein veruleika, ið kennist aftur, og samstundis mynda teir koloristisku flatarnir eina abstrakta kompositón.


At lýsa landslagið við bygdini sum ein prýðiligan mosaikk er tað stóra íkastið hjá Zachariasi Heinesen í føroyska list. Hann hevur gjørt tað í einum ótali myndum, síðan hann frá fyrst í 1980-unum fann seg sjálvan sum listamaður.


Við sínum flykrandi virknaði stendur myndin úr Haldórsvík í skuld til ta fronsku impressionismuna, sum eisini dyrkaði tað sólfylta támið og upploysnina av tingunum. Samstundis eru litflatarnir við til at strika undir dámin av flata og relieffi í myndini, so sum Cézanne og abstraktu eftirmenn hansara í franskari list vístu tað.


Eisini frælsið hjá litunum í mun til myndevnið hevur franskan uppruna. Men allan henda arvin hevur Zacharias Heinesen umsitið á sín egna hátt. Í hansara føroysku ”mosaikkum” eru sansing, kraft og fjølbroytni.


So sum í tí føroyska veðrinum eru litirnir stundum dempaðir, men Zachariasi Heinesen hóvar betur sól og stilli. Tá smílast Føroyar, men í myndini úr Haldarsvík eru tær nær við at læa.


Framsýningin er retrospektiv og vísur eitt úrval av listini hjá Zacharias Heinesen frá endanum av 1950unum til í dag. Listamaðurin hevur arbeitt við nógvum miðlum ígjøgnum árini, men her eru oljumálningarnir í miðdepli, umframt brotamyndir úr viði, eins og landslagið er berandi myndevnið.