Grand-prix telvingin 2008/09 hjá Talvsambandi Føroya setur met, tá heili 40 telvarar sessast við talvborðini í nýútvegaðu talvhølunum á Toftum í dag. Heili 40 telvarar hava meldað luttøku. Ein spennandi hópur við sera royndum telvarum, men ikki minst eisini væl umboðað av evnaríkum ungum talentum í rívandi menning. Tað sum ivaleyst eisini dregur er, at 3 av topp 5 á føroyska styrkilistanum luttaka. Altjóða meistararnir IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard, umframt FIDE-meistarin Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Talan er um kvik-kapping, t.v.s. telvað verða 7 umfør, har hvør telvarin fær 15 minuttir í part til hvørt talvið.
Undirtøkan fyri Grand-prix telvingini hevur rættiliga tikið dik á seg í seinastuni. Kappingin fevnir um 9 kappingar, har kravið er luttøka í minst 5 kappingum, íroknað finaluna, sum verður 2. mai. Telvarar savna saman grand-prix stig í teim bestu 5 kappingunum. Vinnari í 2006/07 var Martin Poulsen, meðan Olaf Berg sigraði í 2007/08.