Granit Xhaka nýtur útsýnið

Sveisiska stjørnan tykist vera hugtikin av góðveðrinum og útsýninum í Føroyum.

Í gjárkvøldið kom sveisiski hópurin til Føroya, sum í annaðkvøld skal spæla HM-undankappingardyst ímóti Føroyum á Tórsvølli.


Fleiri kendir leikarar eru við í hópinum hjá Sveis, og ein av stjørnunum er Arsenal-leikarin, Granit Xhaka, sum í fjør kostaði enska felagnum góðar 300 milliónir krónur at keypa.


Sveisiski hópurin heldur til á Hotel Føroyum. Teir kundu neyvan ynskt sær betri veður, og í gjárkvøldið legði Granit Xhaka myndina omanfyri út á instagram, har hann hevur eina millión fylgjarar.