Í kvøld verður farið undir sætta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Tveir dystir vóru ásettir at vera í kvøld, men tað verður bara í Runavík, at fótbóltur verður í kvøld. Dysturin millum B71 og 07 Vestur er útsettur.
Í Runavík verður grannauppgerð millum teir næstbestu hjá NSÍ og B68, sum undan sætta umfari er tvey stig frá triðja plássi. Um tað skal eydnast B68 at flyta upp, so er minsta kravið at vinna bronsuplássið.
NSÍ vann leygardagin 3-1 á útivølli ímóti KÍ, sum undan fimta umfari var oddalið.
At NSÍ og B68 hittast í kvøld og at ætlanin var, at B71 og 07 Vestur skuldu spæla í kvøld kemst av, at B68 og B71 skulu spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið. B68 skal annan páskadag spæla á útivølli ímóti Víkingi, og B71 skal spæla á útivølli ímóti HB.
NSÍ – B68: Aron Sofus Vest kl. 20.00
B71 – 07 Vestur útsettur