Grannauppgerð við Løkin

Runavíkingar hava styrkt um álopspartin, og ætla sær ivaleyst øll stigini. Men gøtumenn eru loksins fullmannaðir, og teir plaga ikki at geva seg yvir í Runavík

Upptakt

Stóra samrøðuevni í Fótbóltsføroyum fríggjadagin var uttan iva sáttmálin, sum NSÍ hevur gjørt við Karsten From.
Fleiri vóru av teirri áskoðan, at leikarin ikki kann fáa spæliloyvið longu nú, men sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so verður tað helst so, at hann verður í álopinum hjá NSÍ sunnudagin.
Runavíkingar eru tó nakað skerdir undan dystinum. Jónstein Petersen, sum hevur átt fastan sess á vinstra miðvallarborði fekk sítt triðja gula kort í Gundadali fyri viku síðani, og tí verður hann ikki við á liðnum. Eisini hevur Ian Højgaard drigist við ein eyman lærkrika, men tá vit seinast frættu var kortini væntandi, at hann skuldi vera við sunnudagin.
Og einki er at ivast í, at Runavíkingar nú fara eftir øllum. Tapið fyri HB merkti, at teir nú eru fýra stig aftan fyri oddin, og tí eru neyvan ráð til nakað mistak í seinasu sjey dystunum, um endastøðan skal gerast eitt pláss betri, enn hon var í fjør.

Men tá tað eru gøtumenn, sum vitja við Løkin, so er einki givið. Heldur ikki hóast GÍ higartil í ár ikki hevur staðið seg serliga væl.
Ein stóran part av frágreiðingini fyri hetta eiga eisini allir skaðarnir, ið mest sum hava rapað oman yvir liðið í ár, men nú tykist loksins ein endi vera komin á hesum. Soleiðis er tað bert Krzystof Popczynski, sum tykist ivasamur undan vikuskiftinum, og hartil hevur liðið nú aftur Bartal Eliasen og Henning Jarnskor við, eftir at teir báðir annars vóru leikbannaðir seinasta sunnudag.
Og skulu gøtumenn røkka europeisku plássunum, sum teir hava gjørt á hvørjum ári, síðani føroysk feløg fingu hendan møguleika, so skulu stig á kontina. Helst trý hvørja ferð. Tí sum stigatalvan sær út í løtuni, er tað ikki nóg mikið við eini taptari finalu móti B36, og um árstalsfelagið ikki verður meistari, so verður tað fyri steypasigurin, at teir fara út í Europa.