- Hertil kommer, at statsautoriseret revisor Hans Laksá – i strid med god revisorskik – utilstrækkeligt eller mangelfuldt har udført pligten til i revisionsprotokollen at underrette Bankens ledelse og Finanstilsynet om væsentlige svagheder, mangler, fejl, risici og lignende forhold i Banken.
Soleiðis lýsir Carsten Fode arbeiðið hjá Nota, sum er annað grannskoðaravirkið hjá gamla Eik Banka. Hans Laksá, stjórin, fær persónliga av grovfíluni fyri at hava góðkent roknskap uttan víðari. Niðurstøðan í frágreiðingini er, at hann hevur ikki grannskoðað bankan í samsvari við galdandi lóggávu – Hans Laksá hevur beinleiðis virkað í stríð við góðan grannskoðarasið.
- Eg eri bilsin av kanningini. Vit eru farnir undir at kanna, um vit hava gjørt okkara arbeiði til lítar, sigur Hans Laksá. Hann hevur ikki aðrar ítøkiligar viðmerkingar, fyrr enn tað úrslitið fyriliggur.
Mælir til endurgjaldskrav
Carsten Fode mælir Fíggjarligum Støðufesti til at reisa endurgjaldskrav móti Hansi Laksá og tveimum donskum grannskoðarum hjá Deloitte, sum grannskoðaðu Eik Banka eitt skifti í 2010, umframt at teir skulu kærast inn fyri Revisornævnet fyri vánaligan sakførarasið.
Erik Holst Jørgensen, stjóri í Deloitte, sigur við Børsen, at talan er um eina misskiljing.
- Carsten Fode hevur ikki tosað við okkum. Um hann hevði tað, hevði úrslitið verið eitt annað. Deloitte stóð bara fyri einum yvirliti av roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing í 2010, tað er munandi minni enn ein verulig grannskoðan, sigur hann við borsen.dk. Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, sum varðar av kanningini, sigur, at tað er vanlig mannagongd, at tú prátar ikki við persónarnar, sum eru undir illgruna. Tað er fyri at fáa eina so objektiva viðgerð sum tilber.
- Teir fáa høvið at svara í fjølmiðlunum, ella tá teir eru í rættinum, sigur Henrik Bjerre-Nielsen.
Hans Laksá er lítillætin.
- Hetta verður ein tilgongd millum okkum og Fíggjarligt Støðufesti. Vit hava einki annað at siga júst nú, sigur stjórin í Nota.
Hann er ikki longur grannskoðari hjá Eik Banka. Nota boðaði frá í gjár, at felagið ynskir at verða loyst frá grannskoðarauppgávuni fyri bankan.