Granskarar og vinna hond í hond

At Føroyar onga fiskivinnugransking hava, er nú søga. Fiskivinnugranskingin, sum nú er sett á kjøl, fer fram í tøttum
samstarvi við fiskivinnuna

Gransking

Fiskivinnugransking er ein skipan hjá Fiskimálaráðnum, sum umsitur játtaninar til Fiskivinnuroyndir og Granskingarætlanir. Fiskimálaráðið hevur játtað 3,8 miljónir til gransking í 2004, og játtanin til fiskivinnuroyndir er 7,5 miljónir krónur. Hetta er tann peningur, sum verkætlanin, Fiskivinnugransking, í fyrsta lagi hevur at arbeiða við.
Ein stýrisbólkur, sum er samansettur av fólki úr vinnuni og almennum stovnum við tilknýti til vinnuna, stendur aftanfyri Fiskivinnugranskingina. Stýrisbólkurin skal á hvørjum ári lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um, hvussu peningurin til fiskivinnuroyndir skal nýtast. Bólkurin hevur eisini ábyrgd av sonevndu granskingarkjarnunum mótvegis Fiskimálaráðnum.
Ásmundur Guðjónsson hevur vegna stýringsbólkin verið samskipari av fiskivinnugranskingini, men hann fer nú í annað starv.

Tríggjar kjarnur

Sum vit nevndu í greinini í mikudagsblaðnum, eru higartil tríggjar sonevndar granskingarkjarnur settar á stovn við trimum granskingarleiðarum; Hóraldi Joensen (biotøkni), Bjarta Thomsen (veiði-og reiðskapstøkni) og Helga Nolsøe (framleiðslutøkni).
Hóraldur hevur skrivstovu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, meðan Bjarti og Helgi hava sínar skrivstovur á Fiskirannsóknarstovuni. Allir tríggir arbeiða tó burtur av við fiskivinnugransking.
At granskingarkjarnurnar verða hýstar av og byggja á verandi og hóskandi karmar í almennum stovnum, merkir, at komast kann skjótt í gongd við granskingini. Væntandi er eisini, at við hesum fæst eitt mennandi samstarv við vertsstovnin ? stovnin, har skrivstovan hjá granskingarleiðaranum er.
Kjarnurnar hava til endamáls at byggja upp vísindaligan førleika, sum er viðkomandi fyri vinnuna. Hetta verður gjørt við at luttaka í og skipa fyri verkætlanum í samstarvi við fiskivinnuna og granskingarstovnar her heima og uttanlands. Á henda hátt skulu kjarnurnar mennast og fáa fleiri granskarar knýttar at sær.
Tað er Fiskimálaráðið, sum setur leiðararnar fyri granskingarkjarnurnar. Til hvørja kjarnu er knýtt ein programnevnd við granskarum og fólki úr vinnuni. Hesi verða saman við granskingarleiðaranum við til at stinga út í kortið, hvat virksemið í kjarnuni skal umfata.

Programnevndirnar

Programnevndin, sum stendur aftanfyri biotøknina og granskingarleiðaran, Hórald Joensen, er mannað soleiðis: Egil Olsen, M.Sc., Faroe Marine Biotech ltd., Guðny Vang, matvøruverkfrøðingur, Havsbrún, Guðrið Andorsdóttir, Cand. Scient, Føroya Fiskavirking, Kjartan Mohr, Cand. Pharm., Tjaldurs Apotek, Magnus P. Magnussen, PhD, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Sjúrður F. Olsen, Dr. Med., Statens Serum Institut.
Í programnevndini aftanfyri veiði- og reiðskapstøknina við Bjarta Thomsen, sum granskingarleiðara, eru: Søren Havmand, sølustjóri, P/F Vónin, Rúni Berg, stjóri, P/F Teymavirkið, Hans Andreas Joensen, stjóri, P/F Thor, Jan Arge Jacobsen, granskari, Fiskirannsóknarstovan og Holger Hovgaard, granskari, Danmarks Fiskeriundersøgelser.
Helgi Nolsø, sum granskar framleiðslutøkni, hevur hesi fólk í síni programnevnd: Meinhard Jacobsen, stjóri, P/F Føroya Fiskavirking, Árni Joensen, sølustjóri, P/F Vesturvón, Olaf Olsen, stjóri, P/F Beta, Ari Thomasen, stjóri, P/F Kovin, Leon Smith, sivilverkfrøðingur, Fiskirannsóknarstovan, Turid Mørkøre, granskari, Aqua Forsk, Noregi.
Ásmundur Guðjónsson er við í øllum trimum programnevndunum.

Dømir um gransking

Í faldara, sum Fiskivinnugransking hevur gjørt, eru nøkur dømir um, hvørji granskingarøkini kunnu vera.
Í biotøkni, har talan er um evnafrøðiliga og lívtøkniliga gransking, verður soleiðis sagt:
"Lipidkemi og proteinkemi umfatandi ymsar lipidklassar í fiskagøgnum, flaki og skræðu; fiskaenzym, fiskaprotein, fiskacollagen og fiskagelatin (skræðu-og beingelatin), proteinhydrolysat, fiskarogn, fiskasil (protaminsulfat), hávaúrdráttir, rækjuúrdráttir (chitin, chitosan), krabbaúrdráttir, taraúrdráttir, nutraceutical, medesinsk projektir".
Um veiði-og reiðskapstøkni verður sagt:
"Fiskiveiða skal vera umhvørvisvinarlig og úrveljandi (selektiv). Tí er neyðugt at menna reiðskap, sum órógvar havbotnin minst møguligt og sum ikki skaðar fisk, ið ikki skal veiðast. Eisini mugu fiskiskip mennast eftir somu meginreglu, soleiðis at minst møgulig orka verður brúkt".
At enda verður sagt um møgulig evni at granska innan framleiðslutøkni:
"Eitt øki, sum kjarnin fer at arbeiða við, er hjáframleiðslur. Talan kann bæði verða um hjáframleiðslur frá flakavinnuni á landi og fiskiflotanum. Onnur øki, sum arbeiðast kann við, eru úrtøkuoptimering av flakavinnuni, framleiðsla úr uppisjóvarfiski, royndir við nýggjum maskinum, minking av dryppitapi, tilseting av upploystum proteinum til lidna vøru".