Granskarar við í ES samstarv

Hósdagin varð granskingarsáttmálin millum Føroyar og Evropasamveldið undirritaður. Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, undirritaði vegna Føroyar, og aðalstjórin í ES aðalráðnum fyri gransking, Silva Rodriguez, undirritaði vegna ES.

Síðan Lissabon sáttmálin kom í gildi, er tað Evropasamveldið, ið er sáttmálapartur. Føroyar eru tískil millum tey fyrstu 10 londini, sum gera sáttmála við Samveldið. Føroyar hava nú tríggjar sáttmálar við ES. Ein fiskiveiðisáttmála frá 1977, ein handilssáttmála frá 1996 og nú eisini ein granskingarsáttmála.


-Tað hevur tikið seks ár at fáa henda sáttmála upp á pláss, og eg fegnist um, at vit endiliga eru komin á mál. Sáttmálin er slóðbrótandi fyri Føroyar, og eg havi góðar vónir um, at vit á fleiri økjum kunnu fáa enn tættari samstarv við ES. Í kortunum liggur nú at avgreiða ECAA sáttmálan um flogferðslu og at víðka verandi samstarv til onnur øki sum tænastur og útbúgving, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Uttanríkisráðharrin helt røðu áðrenn undirritanina har ið hann legði dent á, hvussu stóran týdning tað hevur at hava eitt tætt samstarv við ES, og at føroyskir granskarar nú kunnu samstarva við granskarar í ES á jøvnum føti. Hetta fer at geva bæði føroyska garnskingarumhvørvinum og granskingarumhvørvið í ES góðar møguleikar at framleiða viðkomandi gransking, sum kemur at fáa stóran samfelagssligan týdning.

Um 25 fólk vóru til undirritanina og móttøkuna aftaná á Sendistovu Føroya í Brússel. Úr ES kervinum vóru bæði umboð úr Ráðnum og ES Nevndini. Umframt landsstýriskvinnuna í mentamálaum, var eisini umboð úr Granskingarráðnum við til undirritanina.