Granskari: Álop í París hevur nærkast leingi

Pílurin vendir ímóti al-Qaeda, sigur granskari um ógvusligu álopini í París.

Pílurin vendir ímóti al-Qaeda, sigur granskari um ógvusligu álopini í París.

 

Juha Saarinen, sum granskar í jihadismu á Försvarshögskolan, sigur sambært Ritzau, at okkurt bendir á, at álopini í París í gjár vóru væl og virðiliga planløgd.

 

Hann heldur, at útlendskir harðrendir bólkar hava ein fingur við í spælinum.

 

– Hetta er ein samskipað ætlan, sum er fyrireika í longri tíð. Fleiri persónar vóru við í álopunum og kanska eru enn fleiri í planleggingini, sigur hann við finsku tíðindastovuna, FNB.

 

Sambært granskaranum er tað møguligt, at brotsmenninir kunnu vera persónar, sum hava verið í bardaga uttanlands – eitt nú í Sýria – og síðani eru komnir til Frankaríkis.

 

Franskir myndugleikar siga, at átta brotsmenn eru deyðir, men einki er sagt um samleika teirra enn. Í minsta lagi 120 fólk eru deyð.

 

Sambært Juha Saarinen eru álopini í París so mikið avanserað, at tað kann benda á, at útlendskir b´lkir hava hjálpt við fígging ella planlegging.

 

Hann er rættiliga vísur í, at samband er annaðhvørt við al-Queda ella Islamskan Stat (IS).

 

– Sjált um IS verður sett í samband við bróðurpartin av planløgdum yvirgangsatsóknum í Europa, so var tað al-Queda, sum stóð aftan fyri álopið á Charlie Hebdo í januar. Okkurt bendir tí á, at al-Queda heldur enn IS stendur aftan fyri hesi álopini, sigur Saarinen.

 

Granskarin kallar støðuna í Frankaríki »sera ørkymlandi«.

 

– Tað hava verið mong planløgd álop í Frankaríki, men myndugleikarnir hava megnað at steðgað teimum. Lokala jihadistrørslan er aktiv, sigur Juha Saarinen sambært Ritzau og FNB.

 

 

TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir úr París (Myndir: Polfoto)