Gras skal aftur á Luzhniki

Talan tóktist at vera um endaligu blástemplingina av graslíki, tá UEFA gjørdi av, at Luzhniki-stadion í Moskva skuldi hýsa Champions League finaluni í 2008.
Fyri stuttum varð graslíki nevnliga lagt á svørðin, sum í nógvar mátar meira var ein grús- enn grasvøllur, tá spælt varð í Moskva. Millum annað, tá føroyska fótbóltslandsliðið spældi á vøllinum í mars mánaði í 2002. Ta ferðina var trupult at finna nakra grasstrá á vøllinum, sum tó - takkað verið litaðum sagspønum - tóktist vakur og grønur á sjónvarpsskíggjanum.
Seinni hevur UEFA tó heitt á tey í Moskva, um at bera so í bandi, at gras verður lagt á fyrrverandi olympiska vøllin undan finaluni. Og hesum hevur russiska fótbóltssambandið játtað.