– Tað er heilt øgiliga nógvar umsóknir um at sleppa at byggja garasjur og úthús um til bústaðir í Runavík.
Men nú ætlar býráðið at gera finna eina felags mannagongd fyri, hvussu farast skal fram í slíkum føri.
Talan er mangan um úthús av ymsum slagi, sum standa á grundstykkinum, sethúsini standa á. Og í hesum sambandi verður eisini ofta søkt um at byggja eina hædd afturat upp á úthúsið.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at hann hevur varhugan av, at talan er um fólk, sum vilja byggja úthús um til bústaðir fyri at kunna leiga út, serliga til ferðafólk.
Men hann veit eisini um dømi, har ætlanin er at fáa eitt yngri ættarlið at flyta inn í eini hús og so skal tað eldra ættarliðið innrætta sær ein bústað í garasjuni.
Hann vísir á, at fólkatalið í kommununi er vaksið nógv skjótari enn talið á bústøðum er vaksið, og tað er helst ein orsøk til hesa støðuna.
Tó vísir hann, at fitt av bústaðarbygging er á veg og hann væntar at tað fer at bøta um støðuna.
Í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, og í nýggju reglugerðini um bygging, eru ásetingar um úthús og bilhús, men einki stendur um at innrætta tey til bústað ella frítíðarbústað.
Tí ætlar býráðið nú at fáa greiðar mannagongdir fyri, hvussu hetta skal skipast, fyri at hava nakrar greiðar reglur á økinum. Annars kann talan verða um at byggja fleiri bústaðir á sama grundstykki, sum er ætlað til eini hús, og tað fer ikki at bera til, halda tey í býráðnum.
Tí ætla tey, sum eina roynd, at geva serloyvi til at ganga einari umsókn á møti um at byggja eitt úthús um til bústað.
Men treytin er, at ásetingarnar í almennu byggisamtyktini, og ásetingarnar í nýggju byggireglugerðini, verða hildnar í sambandi við brunakrøv, orkunýtslu, og annað.