UEFA-Cup
Tað var hálva vegna ein sensatión, at HB megnaði at fáa ein javnleik á heimavølli móti eysturríkska Grazer AK fyri tveimum vikum síðani. At úrslitið so enn tá skuldi verði enn betri hjá HB, er ein heilt onnur søga, men hóast hetta, so tykist nøgdsemið í HB um javnleikin at vera stórt.
Truplari
Hóskvøldið stendur so seinni dysturin á skránni, og í HB eru tey ikki í iva um, at uppgávan hesa ferð verður enn truplari.
- Tað er helst einki at ivast í, at vit verða blástir aftur á vøllin, segði stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, tá vit mikumorgunin fingu orðið á hann.
- Sum vit hava skilt á fjølmiðlunum, so er Grazer sera væl fyri í løtuni. Toppskjúttin hjá teimum, Brunmeyer, var ikki við í Føroyum, men hann verður so við nú, men hinvegin er Akwiugbu, sum skeyt bæði málini á Tórsvølli, ikki við. Felagið er tó ríkiliga sterkt til okkum, og teir hava eisini lagt nógv fyri fíggjarliga seinnu árini, so hjá teimum er tað ein katastrofa, um teir ikki vinna á okkum.
Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at tey í HB kortini ikki hava mist alla vón um eitt gott úrslit.
- Vit hava sæð dystin, sum teir spældu móti Sturm Graz sunnudagin, á sjónbandi, og tá gekst ikki so væl. Grazer taptu 2-0, og umframt at spælið ikki var nakað serligt, so vóru bæði málini orsakað av verjumistøkum, so vit kunnu kanska gera okkurt um okkum, heldur formaðurin.
Hampuliga fyri
Annars tykist HB liðið at vera so mikið væl fyri, sum tað nú einaferð er gjørligt. Nógvir leikarar hava verið skaddir seinastu tíðina, og neyvan verður nakar av hesum tøkur hóskvøldið. Vanliga fyrsta valið í málinum, Bárður Johannesen, er tó við í hópinum, men tað er ivasamt, um hann verður á vøllinum.
Annars er talan um sama lið, sum her fyri tapti 2-0 í Vági, umframt at Hallur Danielsen, sum hevði leikbann ta ferðina, nú aftur er við. Annars breyt Bárður Mortansson okkurt bein í handliðinum í dystinum í Vági, men hann er kortini førur fyri at spæla.
Eftir føroyskum viðurskiftum er hitin rættiliga ógvusligur í Eysturríki, nú HB-liðið er har. Eini 27-30 hitastig verður sagt. Dytsurin verður tó ikki leiktur fyrr enn kl. 20.30, so tey rokna tó ikki við, at hetta fer at nerva so øgiliga nógv.
Seinkað heimferð
Hóast tey í ferðalagnum lata sera væl at teimum umstøðum, sum leikararnir hava í Eysturríki, so hevur tó ein heldur óvæntaður trupulleiki tikið seg upp á ferðini.
Líkt er nevnliga til, at upprunaliga ferðaætlanin hjá liðnum ikki fer at halda, soleiðis at teir ikki verða í Føroyum fyrr enn leygardagin. Ætlandi skuldu teir koma heim fríggjadagin, men bussferðin til Eysturríki gjørdist væl drúgvari, enn roknað varð við, og verður hon eins drúgv heimaftur, er eingin møguleiki at røkka flogfarinum.
Hetta kann gera, at HB fer at royna at útseta dystin móti NSÍ, sum annars skuldi verið leiktur sunnudagin.
- Tað hava vit so ikki tikið støðu til enn, men tað er greitt, at leikararnir verða tungir, um teir skulu ferðast í tveir dagar, og so spæla dyst. Vit hava enn ikki sett okkum í samband við FSF ella NSÍ hesum viðvíkjandi, men vit rokna tó við, at teir skilja okkara støðu, um tað ikki ber til at koma heim leygardagin, sigur Steinfinnur Mittelstein at enda.