Grefligur mismunur á fólki

Kári P. Højgaard heldur, at giftir pensjónistar eru fyri mismuni í mun til pensjónir.

- Gjógvin er greflig í spurningin um sosiala ójavnan millum gift og samlivandi pør tá tað kemur til pensjónsútgjald. Tað sigur Kári P. Højgaard, tingmaður, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen skriftligan § 52a spurning. 

 

 

Tingmaðurin skrivar, at sum lógin er orðað í dag, hevur Almannastovan ikki møguleikan at eftirkanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar, veruliga eru einlig, ella tey velja at liva saman sum hjún uttan vígslubræv.

 

 

- Tað sama er galdandi fyri hún, sum náa pensjónsaldur. Pensjónistahjún verða revsað og fáa áleið 25% lægri pensjónsútgjald. Tað er grundað á, at tey hava forsorgarskyldu mótvegis hvør øðrum, og at tað eru ávísar sparingar, tá tey liva saman. Um pensjónistapar harafturímóti velur at liva saman sum hjún pappírsleyst, hava hesi møguleikan at fáa pensjónsútgjald sum støk, t.v.s. umleið 5.000 krónur meira um mánaðin at liva fyri, skrivar Kári P. Højgaard í viðmerkingunum til spurningarnar til landsstýriskvinnuna. 

 

 

- Heldur hendan gongdin fram, veðrur avleiðingin uttan iva, at fólk fara at frávelja at gifta seg. Okkara lóggáva leggur upp til, at tað í flestu førum loysir seg nógv betur at liva saman ógift, enn í siðbundna hjúnabandinum, sigur hann. 

 

 

 

Tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin sigur, at pensjónsnýskipanin er eitt stig rætta vegin, har sjónligir batar eru framdir, serliga fyri tey sum bert hava pensjónina at líta á og ætla at vinna sær nakrar krónur aftrat pensjónini, so leingi sum heilsan loyvir tí, og møguleiki er til tess.

 

 

- Hesin spurningurin verður settur, fyri at seta sjóneykuna á mismunin mótvegis siðbundna hjúnabandinum og fáa greiðu á, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi, sigur Kári P. Højgaard. 

 

 

Hóast Løgtingið er farið í summarfrí, so ber kortini til at seta spurningar av hesum slag til landsstýrisfólkini.