ÓLAVUR Í BEITI
Nú vil Heðin Mortensen, tingmaður Sambandsfloksins, hava greitt svar frá Høgna Hoydal, sjálvstýrismálaráðharra, og hevur Heðin Mortensen sett landsstýrismanninum tríggjar spurningar. Fyrst verður spurt, Hvørjar útbúgvingarmøguleikar føroyingar fáa í Danmark, um so er, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og ein avleiðing av hesum er, at føroyingar missa sín ríkisborgararætt í Danmark? Og høvdu føroyingar, sum útbúgva seg í Danmark fingið danskan lestrarstuðul, um Føroyar blivu skipaðar sum fullveldisríki, og føroyingar mistu sín ríkisborgararætt í Danmark? Og hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgvingarøkinum?
Í viðmerkingunum sipar Heðin Mortensen til samrøðu við Sosialin hin 25. august 1998, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur: ?Politikkurin hjá okkum miðar eftir einum felags ríkisborgararætti fyri føroyingar og danir. Tí verða útbúgvingarmøguleikarnir, sum vit hava í dag, teir somu ? teir verða ikki skerdir? (sitat endað).
? Nú hava vit fingið at vita frá donskum politikarum, at føroyingar fáa ikki henda felags ríkisborgararættin, um Føroyar gerast fullveldi. Tí er spurningurin nú, hvat hendir við lesandi føroyingum, sigur Heðin Mortensen, um Føroyar gerast fullveldi, og føroyingar missa danska ríkisborgararættin? Missa føroysk lesandi danska lestrarstuðulin, og hvat hava vit at geva teimum ístaðin? Verða tey (ella føroyskir myndugleikar) noydd at gjalda fyri útbúgvingina og missa tey tann sonevnda føroyafrádráttin? Og hvussu verður við íbúðarmøguleikum?
Onnur lond
Eisini verður nevnt í viðmerkingunum, at sjálvstýrismálaráðharrin sigur í Sosialinum, at tað er týdningarmikið, at vit eisini fáa avtalur við onnur lond um útbúgving.
? Spurdur um nøkur ítøkilig avtala er gjørd við norðmenn og íslendingar, sigur Høgni Hoydal við Sosialin, at enn er ikki nøkur avtala gjørd, men at hetta arbeiðið er í gongd. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu langt landsstýrið er komið við hesum arbeiði, nú meira enn hálvtannað ár er farið síðani samrøðan varð gjørd, og tíðin nærkast, tá landsstýrið ætlar at Føroyar skulu gerast fullveldisríki, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingunum.