Grensuhandil kostar donsk arbeiðspláss

Danir keypa ov nógv øl og sodavatn sunnan fyri markið til Týsklands. Og so eru teir vorðnir alt ov glaðir fyri at brúka einsærisíløt. Tað sigur í hvussu er bryggjaríið Carlsberg, sum sigur hetta vera orsøkina til, at fyritøkan noyðist at siga umleið 150 fólkum úr starvi. Tey flestu, sum missa arbeiðið, arbeiða á bryggjarínum í Fredericia, og í næstu viku byrja samráðingar millum Carlsberg og fakfeløgini hjá teimum, sum missa arbeiðið.