Greta Thunberg skal sigla heimaftur um Atlantshav

Thunberg spurdi fyrr í mánaðinum um fart tvørtur um Atlantshav. Tað hevur hon nú fingið frá avstralskum pari.

Svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg hevur fingið fart heim til Evropa úr USA – og vónar harvið at klára veðurlagsfundin COP25.

Tað skrivar hon á Twitter.

– Eg eri fegin um at kunna siga, at eg vónandi klári heim til COP25 í Madrid. Eg havi fingið fart við Virginia á tí 48 fót langa katamaraninum »La Vagabonde«, skrivar 16 ára gamla Thunberg.

Tað er avstralsku hjúnuni 26 ára gamla Elayna Carasu og 35 ára gamli Riley Whitelum, sum hava boðið henni. Við á tvíkiljuni er eisini 11 mánaðar gamli sonur teirra, Lenn, og pápu Gretu Thunberg, Svante.

26 ára gamli professiónelli bretski siglarin Nikki Henderon er eisini partur av manningini upp á tilsamans seks fólk.

##med2##

Tey leggja frá landi í morgun lokala tíð.

Thunberg hevur verið í USA og Canada seinastu mánaðirnar. Í august fór hon um atlantshavið fyri at vera við í ST veðurlagsfundi.

Síðani var ætlanin, at hon skuldi vera við á COP25 í Chile. Men vegna politiskan ófrið í suðuramerikanska landinum varð fundurin fluttur til Madrid.

Síðani tá hevur unga striððskvinnan spurt um farr heim til Evropa. Hon vil ikki flúgva við atliti til veðurlagið.

– Tá COP25 alment var futt frá Santiago til Madrid, tørvaði mær eitt sindur av hjálp. Tað vísir seg, at eg havi ferðast hálvan vegin kring knøttin skeivan veg. Nú verði eg noydd at finna ein hátt at koma tvørtur um aftur Atlantshavið í november.

– Um onkur kann hjálpa mær við at finna farr, eri eg takksom, skrivaði Grweta Thunberg á Twitter 1. november.

Thunberg, sum gongur á odda í stríðnum ímóti verðurlagsbroytingum, byrjaði fyri einum ári síðani við skúlaverkfalli sínum fyri veðurlagnum.

Hon skulkaði úr skúlanum hvønn fríggjadag og mótmælti í staðin uttan fyri Ríkisdegin í svenska høvuðsstðanum Stokkhólmi.

Næmingar og lesandi í meginpartinum av heiminum hava síðani fingið íblástur frá svensku verðurlagsstríðskvinnuni.

 

/ritzau/AFP