Gríma og Shakespeare í Norðurlandahúsinum

Føðingardagsgávan til tilkomnu áskoðararnar hjá Grímu, fáa ikki bert ein klassikara á pallin, men sjónleikararnir fáa eisini eitt handrit, sum er framúrskarandi umsett, tónleik, ljós og pall, sum er eindømi í føroyskum sjónleiki, varð sagt á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum mánadagin

Við hvørt er neyðugt at hugsa stórt, tá tað skal gerast vart við okkurt.

Tað hevur leikbólkurin ?Gríma³ helst eisini hugsað,tá tey fyrireikaðu seg til at hátíðarhalda 20 ára stovnanina hjá bólkinum.

Heili 39 fólk eru í arbeiði í løtuni, nú tað bert eru einir 10 dagar eftir til sjónleikurin ?Dreymur Jóansøkunátt³ eftir William Shakespeare verður frumsýndur.

Tað er heldur ikki burturvið at framføra Shakespeare í hesum døgum, nú leikritaskaldið yvir øllum leikritaskøldum gjøgnum tíðirnar, er vorðið eitt ?hitt³, bæði í Hollywood og aðrastaðni víða um í heiminum.

Eyðun Johannessen, leikstjóri, segði á tíðindafundinum, at serlga ungdómurin hevur tikið Shakespeare til sín. Hann helt, at tað kom av, at gamla skaldið skrivaði eins og filmsleikrit verða skrivað í dag.Spælið er kvikligt og stutt tíð gongur, til ?klipt³ verður til næsta leikbrot o.s.fr..


Skemtiligur leikur

Vit hava ofta hug at halda, at Shekespeare leikir eru tungir og heldur keðiligur, men tað halda leikstjóri og leikarar ikki. Tey hava arbeitt í tveir mánaðir við leikinum, og eru hugtikin, so væl innihaldið í leikinum situr til okkara tíð, hóast hann er skrivaður fyri fleiri hundrað árums íðan.

?Dreymur Jóansøkunátt³ er skemtileikur og er skrivaður í tíðarskeiðnum 1590 - 1596, tá Shakespeare var ungur maður. Hann eksperimenteraði við skemtileikum í hesum tíðarskeiðnum, og skrivaði um hesa tíð m.a. Richard ll og lll, og seinni sorgarleikin ?Romeo og Juliet³, sum er millum teir kendastu í okkara tið.

Sjónleikurin, sum Gríma nú framførir verður kallaður ævintýraleikur. Hann er um ungfólk í Athen, eitt nú um eina gentu, ið noktar at gifta seg við tí manni, sum foreldini hava valt.

Galdandi lógir í Athen um hetta mundið siga, at vil gentan ikki giftast við manninum, noyðist hon at fara í kleystur ella lata lív.

Leikurin fer fram í skógunum uttan fyri Athen, fýra dagar áðrenn hon skal giftast við manninum, sum hon ikki skoytir um. Har kærir hon sína neyð fyri einum, sum hon er góð við, og so fer leikur fram.

Leikurin er stutt sagt um ólukkuligan kærleika, men hann er eisini um so nógv annað, ið ikki skal avdúkast her.


Freud og Shakespeare

Leikstjórin nevndi, at leikurin er ógvuliga filosofisku, poetiskur og skemtiligur, men eisini psykologirskur. Hann nevndi at læran hjá Freud eisini er umboðað í leikinum, hóast hesin ikki var føddur fyrr enn 400 ár seinni.

Serligt við framførsluni hjá Grímu er eisini, at Axel Tórgarð so meistarliga hevur umsett leikin, sum er skrivaður í ørindisreglum.

Leikstjórin, ið nú fyri 8. ferð setir Shekespeare upp, nevndi serliga, hvussu framúrskarandi umsetingin hjá Axel Tórgarð er, og at tekstin er umsett á ein serligan hátt, sum gevur honum føroyskan samleika.


Teksturin ein gáva

- Teksturin er ein gáva til sjónleikararnir, tí hann kann tulkast á so ymsan hátt.Tað er ein avbjóðing siga leikararnir og leggja aftrat, at teir júst vilja framføra henda leikin nú, tí hann er so lívsjáttandi í eini tíð annars í Føroyum, sum ikki hevur so nógv skemtiligt at bjóða.

Sjónleikararnir siga eisini, at skulu teir tosa um veruligan sjónleik, so kemst ikki uttan um Shakespeare, sum bert hevur verið framførdur eina ferð í Føroyum.

Tað var í 1964, tá Eyðun Johannesen setti Shakespeareleikin ?Harðveðrið³ upp í Sjónleikarhúsinum.

- Vit vilja eisini prógva, at tað ikki er torførari at framføra henda klassikaran enn aðrar leikir.

- Eisini tað er ein avbjóðing hjá okkum at prógva, siga lekararnir.

Tað sleppa leikararnir at royna 7. mars, tá fyrstaframførslan verður í Norðurlandahúsinum.

Forsølan til sjónleikin er byrjað. Fólk kunnu venda sær til Kunningarstovuna í Havn ella til Norðurlandahúsið, har atgongumerki eru at fáa.

Leikurin verður framførdur einar 14 dagar eftir frumsýningina. Tað verður ikki farið út at ferðast við leikinum, av tí at hann er so umfevnandi í vavi, og tí heilir 20 sjónleikarar eru á palli.