David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru nú á áttanda plássinum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two. Teir hava 55 stig, og eru bert eitt stig aftanfyri Crewe Alexandra, ið er á sjeynda plássinum sum gevur rætt til at spæla um uppflyting.
Í kvøld vann Grimsby á heimavølli 3-1 á Salford. Grimsby setti mest sum alt upp á pláss í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru teir á odda 3-0.
Innanfyri níggju gyltar minuttir syrgdu Kieran Green, Charles Vernam og Jude Soonsup-Bell fyri, at Grimsby hevði eina trygga leiðslu. So bilti tað minni, at Salford fekk eitt mál í seinna hálvleiki.
Geza var á vøllinum í 77 minuttir, og frá Sofascore fær hann karakterin 7,0 (av 10 møguligum), og frá Flashscore/Soccerstand fær Geza karakterin 7,4.
Komandi leygardag klokkan 12.30 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti Bromley, ið er fremst í deildini við 69 stigum.











