Søguligu grindabátarnir í Vági, harav onkur hevur rættiliga mong ár á baki, eru av og á at síggja á Vágsfirði, tá serlig høvi eru.
Eisini hevur seinnun árini verið skipað fyri, at grindabátarnir gera eina ferð til onkra grannabygd á hvítusunnu.
Men nú er ein longri ferð fyri framman.
Fyrst í juli mánað 2018 er strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival á Siglufjørðinum í Íslandi. Ætlanin er at fara við fleiri grindabátum úr Vági til strandamentanarstevnuna á Siglufjørðinum. Hetta er sama stevna, sum var í Vági í 2016.
Fundur fyri øll áhugað verður í hesum sambandi í Stóra Pakkhúsi í Vági mánakvøldið kl 20.00.