- Aftaná at vit á skrivstovuni hjá G! Festival hava sitið og kelað fyri tí, sum vit hildu vera endaliga G! Festival skráin í ár, harmar tað okkum almikið, at vit í dag mugu boyggja okkum fyri tí sannroynd, at Lewis Capaldi, hevur avgjørt at avlýsa framførsluna á G!. Orsøkin er, at føroyingar drepa grind.
Soleiðis skrivar G! festivalurin í fráboðan beint nú.
Av tí at Lewis Capaldi er ein so týðandi partur av skránni, hevur G! valt at geva teimum, sum hava keypt atgongmerki, eftir at Lewis Capaldi varð kunngjørdur, møguleikan at fáa atgongumerkið endurrindað.
- Vinarliga send ein teldupost í seinasta lagi mikudagin, 3. juli 2019 til info(at)gfestival.com, har tit upplýsa nummarið á atgongumerkinum, og hvar atgongumerkið er keypt.
Les eisini: Grindin leygardagin var dropin