Grindin bleiv bara meira og meira ómøgulig

Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, greiddi í tíðindunum á Rás 2 frá rakstrinum í morgun.

- Tað var ein lítil grind, einar 30-40 hval. Tað bleiv so roynt at fáa rakstur á hana. Tað gekk øgiliga strilti, men tað komu so fleiri bátar til, og grindin bleiv bara meira og meira ómøgulig. Kavaði illani og ferðaðist langt, tað rak hart í fjørðinum, soleiðis at hon kavaði, og tað kunda ganga nakrir minuttir og so kom hon upp langt, langt burturi frá aftur, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoya sýslu, við Rás 2.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Karl Johansen.