Grindin heldur somu kós

Teir báðir grindahvalirnir, ið blivu merktir í Bø 6. Juni, hevur ferðast skjótt suðuryvir seinastu dagarnar

Tað eru níggju dagar síðani, at tveir grindahvalir blivu merktir á sandinum í Bø, tá ið ein grind á umleið 30 hval komu inn á Sørvágsfjørð.

Tríggjar dagar seinni vóru hvalirnir í Bankarennuni, eftir fyrst at vera farin vestur um Føroyar og síðani í ein sunnan.

Fríggjadagin vóru hvalirnir so suðuri á føroyska sjómarkinum, tá ið teir høvdu ferðast eini 50 fjórðingar seinasta døgnið, og nú tríggjar dagar seinni kann staðfestast, at hvalirnir hava hildið kósina og eru nú sunnanvert Lúsabanka. Grindin hevur ferðast rættiliga skjótt, heili 80 fjórðingar seinasta samdøgrið og er nú 265 fjórðingar úr landi, skrivar Havstovan.