Grøn steypagreipa

Liðugt: Í yvirtali gjørdi KÍF teknsikt mistak, og so kundi Kyndil nøla seinasta álopið

Kyndil-KÍF

Myndir síggjast HER

Liðugt: 22-20: Kyndil hevur eisini vunnið steypafinaluna hjá monnum. KÍF hevði møguleikan at javna, tá Hørður Fannar Sigtórssón fekk tveir minuttir, men teir mistu bóltin í seinasta álopinum. Kyndli megnaði at dríggja seinastu 20 sekundini, áðrenn Finnur Hansson frekt skoraði til endastøðuna. Og so er lagt upp til rimmar veitslu hjá Kyndli í kvøld.

58 min: 21-20: Kyndil er ávegis steypagreipuni. Hans Áki skoraði fyrst framúr frá veinginum, men løtu seinni misnýtti hann í kontrastøðu.

55 min: 20-19: Spælið hjá Kyndli er lítið og einki, men við nøkrum frálíkum einmansavrikum halda teir sær í dystinum, og nú hevur Andreas Sólsker lagt Kyndil á odda eftir kontraálop.

52 min: 18-19: Nú er tað KÍF, sum hevur leiðsluna. Niklas Selvig hevur sent brotskast í netið, og í løtuni er ilt at síggja, at Kyndil hevur orkuna til at vinna seinastu minuttirnar. Óla Christian Djurhuus er komin í KÍF-málið.

50 minuttir: Kollfirðingar togaðu seg upp á javnt í yvirtalsstøðu. Løtu seinni var Kyndil í yvirtali, men teir megnaðu ikki at gagnnýta hetta. Eitt framúr skot frá Finni Hansson - tá dómararnir ætlaðu at døma nøl - heldur tó Kyndil frammanfyri.

45 min: 15-14: Niklas Selvig kom á føtur aftur, og enn sum áður leikar javnt á. Kyndil roynir at halda fast um leiðsluna, men kollfirðingar sleppa ikki trýstinum. Nú er Kyndil undirtali, tí David Edvardsen hevur fingið tveir minuttir.

40 min: 12-12: Kollfirðingar halda fast í sama konseptinum, har verjan og málverjin eru botnurin í kontraspælinum. Emil Dam er komin í málið fyri Jaspur Joensen, og nú 10 minuttir eru farnir síðani steðgin, stendur á jøvnum. Beint nú er Selvig í gólvinum við skaða.

35 min: 12-11: Tað gongur sera javnt á, og enn tykist intensiteturin ikki veruliga at hava fingið fastatøkur á liðunum báðum. Enn sum áður er tað Kyndil, sum er við yvirlutan, men kollfirðingar nokta púrasta at geva skarvin yvir.

Hálvleikur: 9-8:  Julian Johansen, sum sat á venjarabeinkinum hjá Neista-kvinnum, hevði møguleika at økja til 10-8, men brotskastið varð brent. Kyndil hevur havt betra spælið fyri steðgin, og teir hava eisini fyrimun eftir steðgin. Tá byrja kollfirðingar nevnliga í undirtali fyrstu 90 sekundini, tí Tony Weyhe fekk tveir minuttir stutt undan steðginum.

25 min: 8-7: Josef Abrahamsen hevur júst lagt Kyndil á odda, men sum heild er talan um sera javnan dyst, har krútið helst verður spart til seinna hálvleik.

20 min: 7-7: Gongdin er tann sama. Kyndil roynir at opna KÍF-verjuna við tolnum álopsspæli. Men kiksar tað, so eru kollfirðingarnir sum snarljós í hinum endanum.

15 min: 6-5: KÍF hevur júst skorað sítt fyrsta mál í opnum spæli. Øll hini málini hjá teimum eru komin eftir kontra. Setningurin hjá Kyndli er tí at hava tol í álopsspælinum, har serliga David Edvardsen hevur gjørt um seg sum skjútti.

12 min: 5-4: Tað tók bara góðan minutt hjá KÍF at broyta 1-4 til 4-4. Teir eru náðisleysir, tá Kyndil missir bóltin! Kyndil hevur tó svarað aftur við einum kontraálopi.

10 min: 4-2: Kollfirðingar hava ikki ordiliga fingið tamarhald á nervunum fyrstu løtuna. Álopsspælið gongur mest sum einvíst yvir Andreas Nielsen, sum verður steðgaður av sterku Kyndils-verjuni. Kyndil er hinvegin byrjað væl. Teir hava tol í álopsspælinum, og taka av, tá møguleikin er til staðar.

5 min: 1-1: Hvørki av liðunum hevur skrúvað ferðina ov høgt upp fyrstu løtuna. KÍF hevur víst, at bit er í kontraspælinum, men í aðrar  mátar er talan um varisliga byrjan.