Tá løgtingsins fíggjarlóg varð samtykt mánadagin, var greitt, at 400.000 krónur eru settar av til at fyrireika, at Grøni Háskúlin letur uppaftur komandi ár.
Hetta fegnast stýrið fyri skúlan sjálvandi um og fer alt fyri eitt undir at gera ætlaninar, sum hava verið í gerð, síðan skúlin fór í dvala í 2022, til veruleika.
Stýrið fyrireikar eitt heystskeið fyri fólk úr 18 ára aldri, sum skal byrja í august 2024. Hetta skeiðið fer væntandi at vara í 14 vikur.
- Innihaldið á skeiðnum fer at verða útilív og náttúruupplivingar, matgerð við føroyskum rávørum, umframt velting, veiða og yvirhøvur tað at liva av náttúruligum tilfeingi.
Tað siga tey í stýrinum fyri skúlan.
Lagt verður aftrat, at aftrat langa skeiðnum er ætlanin at skipa fyri stuttum skeiðum í summar, bæði fyri einstaklingar og fyri húski.
- Grøni Háskúlin fer eftir ætlan at halda til á sama staði á Sandi, har hann hevur verið higartil – í Ísansgarði. Men at tunnilin kemur, fer at broyta fyritreytirnar munandi.
##med2##
Nú fer at bera betur til at gagnnýta allar Føroyar, tá undirvísingin skal skipast, og eisini verður lættari hjá lærarum og næmingum at ferðast ímillum.
Avmarkað er við plássi á skeiðum hjá lítla háskúlanum, so best er at gera vart við seg beinaveg, um ein vil tryggja sær pláss í heyst.
- Hetta gerst á heimasíðuni hjá skúlanum, sum er www.gronihaskulin.fo, siga tey í stýrinum fyri Grøna Háskúlan á Sandi.