Tað fór sum ein skelkur um Grønland, at ein 22 ára gomul fjølbrekað kvinna, sum býr á stovninum, Ivaaraq í býnum Qaqortoq, føddi eitt barn. Tá kvinnan hvørki kann snakka ella ganga, hevur løgreglan kannað málið sum neyðtøkumál.
Nú er ein 62 ára gamal maður handtikin í málinum, og hóast hann hevur viðgingið neyðtøku av búfólkinum, heldur løgreglan kortini fram við sínum kanningum, tí alt skal endavendast og kannast út í æsir
Kanningarleiðarin hjá løgregluni í málinum, Julie Senderovitz Bendtsen, sigur við Sermitsiaq, at málið verður kannað breitt, sum hon málber seg, men hon vil ikki siga ítøkiliga, hvussu løgreglan kannar málið víðari.
Julie Senderovitz Bendtsen vil hvørki vátta ella avsanna, um aðrir persónar eru undir illgruna, og hon vil heldur ikki siga, um løgreglan veit um aðrar møguligar hendingar á stovninum.
Hin 2. november kunngjørdi løgreglan, at ein 62 ára gamal maður nú er handtikin í málinum, eftir at fjølbrekaða kvinnan, sum búði á stovninum, føddi ein son hin 2. september í ár.
Tað var ein dna-roynd, sum gjørdist avgerandi prógvið hjá løgregluni, men Julie Senderovitz Bendtsen vil ikki siga, um aðrir menn eisini hava latið dna í samband við kanningararbeiðið.
Sambært Sermitsiaq vil løgreglan heldur ikki siga, hvat tilknýti hin 62 ára gamli, sum nú er handtikin og hevur viðgingið neyðtøku, hevur til stovnin, Ivaaraq í Qaqortoq.
Neyðtøkumálið er enn ikki latið ákæruvaldinum.