Tað sigur Vipps MobilePay í tíðindaskrivi.
– Tað er ein stórur dagur fyri okkum, at vit nú kunnu taka ímóti grønlendsku brúkarum okkara á teirra egna máli, sigur Rune Birkemose, menningarleiðari hjá Vipps MobilePay.
Umframt at kunna hava appina setta til "Kalaallisut", verður eisini møguligt at brúka grønlendsk telefonnummur.
– Vit hava leingi droymt um at kunna bjóða MobilePay í fult tillagaðari lokalari útgávu til grønlendska fólkið, sigur Rune Birkemose.
Áður skuldu teir fleiri enn 27.400 grønlendsku brúkararnir av appini fáa atgongd til appina gjøgnum umvegir, um teir høvdu tørv á at senda pening til ella frá einum lokalum telefonnummari.
MobilePay lat upp í Grønlandi í 2020, og higartil hevur tú noyðst at brúka fjarskiftisveitaran "Tusass" fyri at fáa eitt virtuelt danskt telefonnummar, sum var knýtt at tí grønlendska.
Grønlendska útgávan av appini fer at líkjast teirri donsku, og tí kunnu brúkarar framhaldandi senda og taka ímóti peningi til og úr Danmark uttan gjald.
Grønlendskir brúkarar kunnu eisini senda og taka ímóti peningi til aðrar Vipps og MobilePay brúkarar í Norðurlondum.
Grønlendskt er sjeynda málið, sum appin er umsett til.
MobilePay er umsett í samstarvi við Grønlandsbankan og fjarskiftisveitaran Tusass, sum hava hjálpt til við grønlendsku telefonnumrunum.
MobilePay hevur eisini arbeitt við eini loysn í Føroyum, sum enn ikki er komin uppá pláss.
Rune Birkemose sigur, at Norðurlond eru størsta raðfestingin hjá Vipps MobilePay.
– Vit vilja leggja dent á, at útgangsstøði okkara er Norðurlond. Her vilja vit gera mun - og vit vilja sera gjarna hava enn fleiri grønlendskar brúkarar í Vipps MobilePay familjuni.
Síðan 2013 hava danir havt møguleikan at brúka MobilePay, og í 2022 legði appin saman við norska Vipps.











