Grønlendskir flokk­ar vilja hava snyr­ils­mál­ið fyri al­tjóða dómstól

Naleraq og Siumut halda, at spurningurin um fólkadráp í snyrilsmálinum eigur at verða viðgjørdur av einum dómstóli.

Pele Broberg, formaður í Naleraq, heldur, at ein dómstólur eigur at taka støðu til, um talan var um fólkadráp í snyrilsmálinum. Savnsmynd: Tom Little/Reuters

Grønlendsku flokkarnir Siumut og Naleraq vilja hava Danmark fyri ein altjóða dómstól í snyrilsmálinum.

 

Tað boða flokkarnir frá í hvør sínum tíðindaskrivi í dag.

 

– Tað kann ikki góðtakast, at grønlendska fólkið ber avleiðingarnar, uttan at staturin í størri mun verður drigin til ábyrgdar, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut.

 

Fráboðanirnar koma, eftir at tvær leingi væntaðar frágreiðingar um snyrilsmálið vórðu almannakunngjørdar í dag.

 

Við støði í frágreiðingunum hevur grønlendska landsstýrið ikki kunnað staðfest, um danski staturin hevur framt fólkadráp.

 

Siumut og Naleraq halda, at spurningurin eigur at verða lagdur fyri Altjóða dómstólin í Haag, ICJ.

 

– Naleraq heldur ikki, at tað er gagnligt at fella ein politiskan dóm ella geva eina politiska frídøming.

 

– Bara Altjóða dómstóllin kann taka eina bindandi avgerð um ábyrgdina hjá Danmark sum stati sambært fólkadrápssáttmálanum, skrivar Naleraq á Facebook.

 

Grønland kann ikki sjálvt leggja málið fyri ICJ

 

Naleraq er næststørsti flokkur í Grønlandi og hevur serliga gjørt vart við seg sum talsfólk fyri grønlendskum sjálvstýri.

 

Siumut tók seg í vár úr grønlendska landsstýrinum eftir innanhýsis ósemjur.

 

Bert sjálvstøðugir statir kunnu leggja mál fyri ICJ. Sambært Pele Broberg, formanni í Naleraq, kann Grønland tí ikki sjálvt leggja málið fyri dómstólin. Onnur lond kunnu tó gera tað.

 

Fleiri túsund kvinnur fingu snyril

 

Snyrilsmálið snýr seg um gentur og kvinnur, sum uttan vitan og samtykki fingu snyril settan upp av danska statinum frá 1960 til 1991.

 

Eftir at Grønland tók heilsuøkið heim í 1992, helt mannagongdin fram í eitt tíðarskeið.

 

Ein kanning frá 2025 vísti, at í minsta lagi 4.070 grønlendskar kvinnur høvdu fingið snyril settan upp á henda hátt fram til árslok 1970.

 

Frágreiðingarnar koma til ymiskar niðurstøður

 

Báðar frágreiðingarnar, sum vórðu almannakunngjørdar fríggjadagin, hava kannað møgulig brot á mannarættindini í málinum.

 

Onnur frágreiðingin er skrivað av tveimum donskum granskarum, sum fóru úr upprunaliga serfrøðingabólkinum vegna fakliga ósemju. Í henni verður afturvíst, at talan var um fólkadráp.

 

Grønlendska landsstýrið hevur tó víst frágreiðingini frá sær. Á einum tíðindafundi fríggjadagin varð sagt, at hon ikki lýkur arbeiðssetningin.

 

Hin frágreiðingin er skrivað av tveimum granskarum úr Kanada og Nýsælandi. Har verður staðfest, at ein endalig avgerð um fólkadráp er ein torgreiddur løgfrøðiligur spurningur, sum bert ein dómstólur kann taka støðu til.

 

Pele Broberg, formaður í Naleraq, heldur, at ein dómstólur eigur at taka støðu til, um talan var um fólkadráp í snyrilsmálinum. Savnsmynd: Tom Little/Reuters