Hvalbiar kommuna hevur nú latið gera ein nýggjan grótgarð í Garðsenni, eftir at vegurin í økinum fyri tíð síðani varð breiðkaður.
- Í tí sambandi samtykti kommunan, at garðurin skuldi laðast upp aftur. Avtala varð gjørd við jarðareigararnar fram við vegnum um hetta.
Í Hvalbiar kommunu takka tey fyri gott samstarv og vælvild.
- Arbeiðið at laða grótgarðin hevur Andreas Olsen staðið fyri, og úrslitið er sera væl úr hondum greitt, siga tey í Hvalbiar kommunu.











