Grundstykki í Havn selt fyri 2,5 milliónir

Seljarin vann 1,3 milliónir krónur upp á at eiga grundstykkið í seks ár

Betriheim seldi í dag eitt grundstykki í Traðabrekku í Havn fyri 2,5 milliónir krónur.

 

Talan er um eitt grundstykki í vanligari stødd, sum 534 fermetrar. Tað var boðið út til 2,5 milliónir krónur.

 

Fyrstu boðini vóru lægri enn útboðsprísurin, men tá síðsta boðið gekk út klokkan 11:30 í morgun fór stykkið 2,5 milliónir krónur, sum var tað, ið seljarin vildi hava fyri stykkið.

 

Fyrrverandi eigarin keypti stykkið í 2015 fyri 1,2 milliónir krónur, og hevur hann soleiðis havt góð 108 prosent í vinningi – sum kanska ikki liggur so langt frá prísvøkstirnum á grundstykkjum og húsum í Havn seinastu seks árini.

 

Í gjár kunngjørdi Betri Banki, at at tað framvegis er nógv ferð á bústaðarmarknaðinum nú 1. ársfjórðingur í 2021 er farin afturum.

 

##med2##

 

– Miðal sethúsaprísirnir í Tórshavn og í Klaksvík vóru ávikavíst 3,6 og 2,3 mió. í 1. árfjórðingi. Hetta er ein vøkstur á 9% og 12% samanborið við miðalprísin í 2020. Eisini í Eysturoynni eru prísirnir nógv hækkaðir. Miðalprísurin í Eysturoynni var 1,7 mió. Hetta er ein vøkstur á 12% samanborið við miðalprísin í 2020.

 

Miðalprísurin í Føroyum var 2,4 mió. fyri 1. ársfjórðing. Hetta er ein vøkstur á heili 20% samanborið við miðalprísin í 2020.

 

##med3##

 

Hetta grundstykkið á Traðabrekku í Havn varð í dag selt fyri 2,5 milliónir krónur