Nes kommuna og Blái Krossur Føroyar skrivaðu í vikuni undir ognarbræv, sum staðfestir, at grundøkið, sum Nes kommuna gjørdi byggibúgvið í 2006, nú er ogn hjá Bláa krossi.
Samlaði kostnaðurin av byggingini er mettur til stívliga 12 miljónir krónur. Nes kommuna hevur latið byggibúgvið grundstykkið til verkætlanina.
Blái Krossur lýkur eisini krøvini um mvg-frítøku sambært lóg. Stovnurin eigur í løtuni 2,2 miljónir krónur til byggingina og hevur eisini tilsagnir um at fáa eina miljón krónur aftrat frá fyritøkum og øðrum.
Sambært Bláa Krossi er nógv longu gjørt við at fáa pening til vega til nýggja viðgerðarheimið, og er Blái Krossur Føroya sera takksamur fyri allar tær mongu gávurnar, ið higartil eru komnar.
- Bæði einstaklingar og fyritøkur hava stuðlað væl, og vónað verður, at føroyingar eisini í komandi tíð fara at stuðlað byggingini.
Tað skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu.