Grundstykkir fyri 6,14 milliónir krónur

Nú byrjar av álvara at nærkast til kollfirðingar kunnu keypa nýggju kommunal grundstykkir frá Tórshavnar kommunu. Kommunan skrivar nevniliga á síni heimasíðu, at sáttmálin nú er undirskrivaður við felagið, ið skal gera nýggj grundstykkir.


Tað er smápartafelagið við Sjógv, ið átti lægsta tilboðið upp á arbeiðið. Felagið metir, at tað kann gera 24 grundstykkir fyri 6,14 milliónir krónur.


Kommunan upplýsir, at stykkini liggja soleiðis fyri, at tað er møguligt seinni at leingja útstykkingina út móti Kjalnesi.