Guðrið, Lena og Maria í Stavanger í kvøld

Í kvøld fara Guðrið Hansdótttir, Lena Andersen og Maria Guttesen at framføra í Folken konserthúsinum í Stavanger.

Nordic Music Week er í Stavanger hesa vikuna. Tær hava seinasta dagarnar luttikið á sangskrivara workshop, har ið tilsamans 15 fólk úr norðurlondum hava verið við.

 

Tey luttakandi eru professionellir sangskrivarar og tónleikaframleiðarar. Í kvøld vera egin løg framførd, umframt løgini sum eru skrivað á hesi workshop.

 

Folken er konserthús, ið er á leið somu stødd sum Norðurlandahúsið í Føroyum. Konsertin í kvøld byrjar kl. 19

 

Stavanger er evropeiskur kulturbýr í 2008 og hendan vikan er sokallað Nordic Music Week í Stavanger.